Hjá Sannu handilin sum í mong ár hevur verið í Sørvági letur nú aftur og skal lata upp í Miðvági ístaðin fyri.
Hjá Sannu flytur nú inn í handilin Hjá Jákup og letur upp seinni í hesum mánaðinum.
Tað er Sanna Davidsen sum eigur og rekur handlarnar Hjá Sannu, og herfyri keypti hon húsini í Miðvági, sum handilin Hjá Jákupi húsaðist í.
Sanna Davidsen sigur við VP, at hon vónar at lata handilin upp í Miðvági á komandi tunnilsdegi sum verður seinni í hesum mánaðinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo