Í samband við Giljanestiltakið sum Lions klub Vágar skipar fyri føstulávintssunudag á hvørjum árið, verða eisini lutaseðlar seldir har møgulleiki er at vinna sera góðar vinningar.
Tilvildin vildi tað soleiðis, at tað var formaðurin úr einum øðrum hjálparfelagsskapi, Sámal Bláhamar frá Kiwanis, sum í ár vann høvuðsvinningin, ið var ein ferð við Norrønu fyri tvey til Danmarkar og aftur við bili.
Forsetin í Lions klub Vágar, Hans Jacob Joensen, handar her Sámali og konuni Tórhardu ið er forkvinna í Kiwanis Rósuni, vinningin.
Ágóðin av lutaseðlinum í 2017 er oyramerktur til eitt tiltak ið SSP skipar fyri seinni í ár í samband við fyribyrgingararbeiði av rúsevnisnýtslu hjá ungum.
Lions klub Vágar ynskir Sámali hjartaliga tillukku við vinninginum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo