Vit vilja hervið boða frá, at ross hava onga atgongd til Nípuhaga.
Gøtur og hagin eru í sera ringum standi, eftur ótal av rossafólkið ið hava nýtt hagan sum teimun lystir í áravís, og hava ikki gjørt eftur okkara óteljandi áheitanum, um at fara væl um hagan, og ikki at brúka ovaru gøtu at ríða eftur.
Ein áhugabólkur er ið ferð við at gera ovaru gøtu í stand til gongufólk, nógv tons av tilfari er lagt á hesa gøtu, men henda gøtan er aftur í ferð við at verða niðurtraðka av rossum.
Hagin er undir alt ov stórum trýsti, stór økir eru svørt og traðkaði niður av rosssum.
Um ross verða sædd í haganum, verður tað meldað til løgregluna.
Hagastýrið
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo