Atlantic Airways legði 2016 aftur um seg við 28 milliónum krónum í avlopi eftir skatt og methøgum ferðafólkatali. Flogfelagið tillagar alsamt virksemið til frama fyri kundarnar við lægri ferðaseðlaprísum, og stundvísið við fráferðir er batnað triðja árið á rað.
Raksturin er góður, og virksemið hjá flogfelagnum er væl skipað. Soleiðis tók nevndin í Atlantic Airways stutt saman um 2016 á ársaðalfundinum í dag.
Atlantic Airways hevði 28 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2016, og tað er 10,4 millionir krónur meira enn í 2015, tá avlopið eftir skatt var 17,6 milliónir krónur. Inntøkurnar tilsamans øktust úr umleið 502 milliónum krónum í 2015 upp í 518 milliónir krónur í 2016.
282.000 ferðafólk flugu á rutunetinum hjá Atlantic Airways í 2016, sum var metár hjá flogfelagnum. Tað er 15.000 fleiri ferðandi sammett við 2015, tá ið ferðafólkatalið var 267.000, og hetta svarar til ein vøkstur á seks prosent.
- Atlantic Airways setir Føroyar og føroyingar fremst dag og nátt, og hevur Føroyar sum hornastein. Tað gleðir meg, at vit seinnu árini hava megnað at handfarið stórar broytingar í virkseminum við lægri ferðaseðlaprísum, nýggjum rutum, flogførum og tyrlum, samstundis sum vit hava ein sunnan rakstur, staðfestir Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways.
Gjaldførið var 130 milliónir krónur við árslok 2016, og tað er 87 milliónir krónur hægri sammett við ársbyrjan, tá felagið hevði 43 milliónir krónur í tøkum peningi.
Fleiri ferðafólk og eitt hægri nýtslustig eru m.a. orsøkir til góða raksturin og ársúrslitið, umframt at sølan av gomlu tyrlunum, lægri kostnaður á brennievni og økt avlop í tollfríu søluni í Vága Floghavn, sum Atlantic Airways eigur helvtina av, gera góðan mun í tølunum.
Atlantic Airways hevur, síðani felagið varð stovnað, marknaðarført Føroyar uttanlands, og nevnd og leiðsla fegnast, at úrslit nú sæst av hesum.
Nevndin fegnast eisini um, at stundvísið við fráferðir alsamt batnar. Í 2016 var flogið rættstundis í 86 prosentum av øllum fráferðum – t.e. seinking styttri enn 15 minuttir. Talan er um eina øking á tvey prosentstig sammett við 2015. Samanumtikið hevur íløgan hjá flogfelagnum í tøknifrøðina RNP AR 0,1 havt við sær, at stundvísið er batnað 11 prosentstig seinastu trý árini.
- Vit eru serútgjørd at lenda trygt í Vágum í munandi verri sýni, enn onnur flogfeløg megna, og hetta er ein styrki hjá okkum, sum leggja dent á at hava Føroyar sum snúningsdepil í flúgvingini. Vit hava brynjað okkum til kapping við einum regluligum, smidligum og fjølbroyttum rutuneti við góðum tænastum, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður.
Hann vísir m.a. á, at Atlantic Airways knýtir Føroyar at umheiminum við 11 ferðamálum beinleiðis úr Vágum.
Atlantic Airways tók eitt stig, sum gagnar ungdóminum, tá felagið setti í verk serstakan ferðaseðil til ung og lesandi. Ferðaseðilin, sum nevnist SVEIGGJ, hevur til endamáls at gera tað lættari og bíligari hjá teimum ungu at ferðast millum Føroyar og útheimin á fjølbroytta rutunetinum hjá flogfelagnum.
Nýggja talgilda Súluskipanin er eitt nýtt átak hjá Atlantic Airways, eftir at SAS segði upp EuroBonus-avtaluna við føroyska flogfelagið bert hálvt annað ár eftir, at Atlantic Airways hevði gjørt avtalu við SAS um EuroBonus.
- Nýggja Súluskipanin er dømi um, at vit tillaga okkum skjótt og væl eftir broyttum umstøðum til frama fyri okkara trúgvu kundar, vísir Niels Mortensen, nevndarformaður, á.
Nýggja A320 flogfarið hjá Atlantic Airways kom í flotan stutt fyri jól í 2016. Í summar fer flogfelagið at leiga eitt A320 flogfar aftrat, sum kemur í staðin fyri eitt A319, ið Atlantic Airways hevur langtíðarleigað seinnu árini, og sum fer úr flotanum í september.
Nevndin í Atlantic Airways, ið øll varð afturvald á aðalfundinum í dag, fegnast samanumtikið um eitt gott ár og um stóra arbeiðið, sum leiðsla og starvsfólk hvønn einasta dag útinna fyri at veita eina góða tænastu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo