Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága Floghavn: Fyrstu tríggjar mánarnir í ár er ferðafólkatalið umvegis Vága Floghavn minkað við 9,9%. Higartil eru 50,586 ferðafólk komin og farin umvegis Vága Floghavn.

Hetta eru 5552 ferðafólk færri enn saman tíðarskeið í 2016.

Í januar var vøksturin 8,6%, ímeðan lækkingin í februar var 10%. Í mars var lækkingin heili 22,7%.

- Vit meta eina stóra grund til lækkingina at vera, at fram til mars 2016 vóru nógv fólk sum brúktu síðsta møguleikan, at ferðast til ein bíligari penga ísamband við at táverandi avsláttarskipanin bleiv avtikin seinast í mars 2016. Harumframt so var partur av páskum í mars síðsta ár, ímeðan allur páskatrafikkurin í ár fellur í apríl, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.

Vága Floghavn væntar annars ein vøkstur í samlaða ferðafólkatalinum fyri alt árið, og at 2017 fer at seta met í ferðafólkatalinum. Henda meting er grundað á, at kapping aftur er á flogmarknaðinum, og at ferðavinnan hevur meldað út, at áhugin fyri Føroyum sum ferðavinnuland er methøgur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo