Seinastu fimm dagarnar eru fýra fólk ymsastaðni í Noregi álopin av kongaørnum.
Tað skrivar NRK.
Hetta er sera sjaldsamur atburður hjá fuglinum, siga serfrøðingar.
Fólkini hava greitt frá, at knappliga var ørnin har og leyp á. Í onkrum føri helt ørnin á í 20 minuttir, áðrenn hon gavst.
Summi av fólkunum máttu leita sær hjálp hjá lækna eftir tilburðin.
Tann yngsti, sum varð álopin, var ein bert 20 mánaða gomul genta. Hon mátti leggjast í narkosu eftir hendingina, men hon er eftir øllum at døma sloppin uttan varðandi mein, skrivar NRK.
Tann ørnin varð seinni avlívað og sæst á myndini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo