Sjóvinnustýrið:Í høvuðsheitum hevur nýggja kunngerðin við sær, at útlendsk heilsuprógv nú eru góðkend at nýta um borð á føroyskum skipum.
Hetta merkir, at tað ikki longur er neyðugt hjá útlendskum sjófólkum á føroyskum skipum at útvega sær læknakanning við føroyska oyðublaðnum, sum Sjóvinnustýrið gevur út. Tað er nú møguligt at mynstra við útlendskum heilsuprógvi treytað av, at útlendska heilsuprógvið er útgivið sambært STCW-sáttmálanum (Convention on Standards of Training, Certification and Watchkeeping for Seafarers) og MLC-sáttmálanum (Maritime Labour Convention).
Nýggja kunngerðin tekur í stóran mun støði í áður galdandi kunngerð um læknakanning fyri sjófólk frá 2013.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo