Føroyingar og føroyska alivinnan eru fyri lemjandi atfinningum í eini grein í Altinget, har Johan Flyvbjerg, sum er ímóti aling á sjónum og hevur stovnað felagsskapin "Ingen burfisk i havet" millum annað leggur føroyingar undir onki at leggja í umhvørvið.
- Leggja føroyingar onki í, at havbotnurin doyr og hugsa teir ikki um hvar evnini, teir koyra í fiskin fyri at basa lúsini, enda, spyr hann millum annað og heldur, at føroyingar í jagstranini eftir profitti spæla hasard við umhvørvinum í sjónum.
- Ímeðan pengarnir streyma inn gloyma føroyingar, at tað er mark fyri hvat náttúran tolir, skrivar Johan Flyvbjerg millum annað í Altinget.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo