- Løgreglan tekur ikki mál, sum vit melda, í nóg stórum álvara. Og tað er tilvildarligt, hvat víðari hendir í málinum. Tað kemur an uppá, hvør tekur telefonina tá vit ringja.
Tað sigur Diana Krossá Kongsbak, forkvinna í Djóraverndarfelagnum, við Frihedsbrevet.fo.
Hon sigur, at tað kemur fyri nærum 100 ferðir í einum ári, at tey ringja til politiið fyri at melda mál um djóramisrøkt.
- Men tað kann teljast á einari hond, hvussu nógv mál fara víðari og enda í rættinum. Kanska bara eitt av 100, sigur hon við Frihedsbrevet.fo.
Serliga seyðahundar hava tað ringt. Teir standa bundnir úti i øllum veðri og hava ikki atgongd til skjól og mat. Eisini mál um seyð og gæs fylla nógv hjá djóraverndarfelagnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo