Leygardagin skipaðu Norðoya Bjargingarfelag, Klaksvíkar Kommuna, Klaksvíkar Havn, manningin á Brimli og Kavaraskúlin fyri rudding á botni fram við Kósakaiini.
Tá uppgjørt varð, vóru 108 gomul fríhold komin upp, soleiðis at tey kunnu burturbeinast.
Slíkir lutir kunnu gera stóran skaða á skip, um teir koma í skrúvur og annað.
Á myndini síggja vit part av manningini saman við borgarstjóranum í Klaksvík, Karl Johansen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo