Kiwanis Tórshavn: Toftamaðurin Jóan Jacob Skoradal vann Kiwanisbátin í ár.
Á limafundi í síðstu viku koma Jóan Jacob á gátt við vinnandi lutaseðlinum, og fekk handa bátin. Jóan Jacob sigur, at hann fer beint at seta eina kistu til páhangs-motor í bátin, og taka hann í brúk sum skjótast. Báturin fær navni Rípan.
Kiwanis Tórshavn ynskir Jóan Jacob hjartaliga til lukku við bátinum, og má Rípan vera honum til góða eydnu og gagns. Samtíðis vil Kiwanis Tórshavn senda eina hjartans tøkk til tykkum øll, sum so trúfast ár eftir ár keypa lutaseðlar frá okkum á ólavsøku. Sølan í ár var eins góð sum undanfarin ár, og gevur hetta eitt stórt og týðandi íkast, til hjálpararbeiði vit royna at veita børnum í Føroyum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo