Umhvørvisstovan: Í sambandi við, at P/F Varðin Pelagic ætlar at útbyggja virksemið á uppisjóvarvirkinum á Tvøroyri, til eisini at framleiða fiskamjøl, lýsi og súrløgu, hevur Umhvørvisstovan tikið avgerð um, at virksemið skal hava nýggja umhvørvisgóðkenning, sum fevnir um alt virksemið hjá Varðanum Pelagic á havnarlagnum á Tvøroyri.
Varðin Pelagic hevur sent Umhvørvisstovuni umsókn um nýggja umhvørvisgóðkenning, saman við viðkomandi tilfari um verandi og ætlaða virksemið á Tvøroyri. Við støði í hesum upplýsingum hevur Umhvørvisstovan gjørt eitt uppskot til umhvørvisgóðkenning. Í uppskotinum til umhvørvisgóðkenning vera ymiskar treytir settar til virksemið, m.a. til spillluft, spillvatn, óljóð, ristingar, ljós, burturkast, goymslur, tilbúgving, innaneftirlit og kanningar.
Áðrenn endalig avgerð verður tikin, skal uppskot um umhvørvisgóðkenning til hoyringar hjá viðkomandi pørtum. Í hesum føri hevur Umhvørvisstovan gjørt av at víðka hoyringina, so at grannar hjá virkinum eisini kunnu koma við viðmerkingum. Hetta verður gjørt fyri at upplýsa málið so væl sum gjørligt, áðrenn endalig avgerð verður tikin um umhvørvisgóðkenningina. Fyri at røkka flestu grannunum verður uppskot til umhvørvisgóðkenning tí lýst alment á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni.
Umhvørvisstovan vil heita á tey, sum koma við viðmerkingum um at senda inn ítøkiligar og viðkomandi viðmerkingar til uppskotið til umhvørvisgóðkenning og treytirnar í henni.
Vit skulu enn eina ferð gera vart við, at talan er um eitt uppskot, og at avgerðin um umhvørvisgóðkenning enn ikki er tikin. Innkomnu viðmerkingarnar verða partur av viðgerðini, áðrenn endalig avgerð um umhvørvisgóðkenning verður tikin.
Uppskot til umhvørvisgóðkenning sæst her.
Freistin at koma við viðmerkingum er fríggjadagin 4. oktober 2024.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo