Tað var nógvur vindur onkra løtu síðstu nátt og har sum tað er ábart eru onkrir smávegis skaðar hendir.
Á Sundi er SEV í holt við at byggja ein nýggjan oljutanga, men har er skaði hendur, og tangin hevur fingið stóran skaða.
- Vit vórðu kunnað um hetta í morgun, men vit vita ikki rættuliga, nær skaðin er hendur. Arbeiðstakarin og tryggingin eru kunnað. Hetta fer sjálvandi at seinkað arbeiðnum, men meira veit eg ikki at siga beint nú, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo