Landsbankin: Ein avbjóðing fyri framhaldandi vøkstri í føroyska búskapinum er trot á arbeiðsmegi. Búskaparráðið metti í 2021, at starvsfólkatrotið frá 2020 til 2030 í almenna geiranum fór at tátta í 2.000 fólk innan eldrarøkt, heilsu- og almannaverk; umleið 1.300 orsakað demografisku gongdini, og nærum 700 vegna tað, at starvsfólk, ið starvast á hesum økjum, væntast at fara á pensjón innan 2030. Greining hjá Vinnuhúsinum vísir harumframt at privati vinnugeirin kemur at mangla umleið 700-750 starvsfólk tilsamans um fimm ár.
Búskaparliga hevur eitt ov lágt arbeiðsloysi í longri tíð tó ta avleiðing, at framleiðslan í landinum verður minni, enn tað hon kundi verið, um trot ikki var á arbeiðsmegi. Trot á arbeiðsmegi kann harumframt elva til lønartrýst, tá stórur eftirspurningur er eftir arbeiðsmegi og útboðið er avmarkað.
Ein háttur at økja um arbeiðsútboðið, er at avtaka fiskavirkisskipanina. Fiskavirkisskipanin er skeiklandi fyri arbeiðsmarknaðin, tí hon minkar um tilskundanina hjá arbeiðismegini at flyta seg til tey arbeiðsøki og tær vinnur, ið tørva arbeiðsmegi. Hetta er eisini galdandi fyri útlendsku arbeiðsmegina.
Ein annar háttur at økja um arbeiðsútboðið er at fáa útlendingar til Føroyar at arbeiða, og her hava myndugleikarnar millum annað sett Fast Track skipanina í verk. Tað er umráðandi, at útlendska arbeiðsmegin kemur til háproduktiv størv. Kappingin um útlendska arbeiðsmegina verður tó harðari í framtíðini, tí flestu lond í vesturheiminum hava somu avbjóðing sum Føroyar við aldurssamansetingini hjá búfjøldini.
Ein triði háttur at økja um arbeiðsútboðið er at hækka pensjónsaldurin, sum eisini betrar um fíggjarpolitiska haldførið.
Politiska skipanin hevur umrøtt ætlanir um at stytta arbeiðsvikuna, ið er eitt átak, sum sannlíkt minkar um arbeiðsútboðið. Hvussu ein stytting av arbeiðsvikuni ávirkar arbeiðsútboðið eigur at verða greinað nærri, áðrenn ein slík broyting verður framd.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo