Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Eitt átak, ið økir um arbeiðsútboðið, er at økja um árini á arbeiðsmarknaðinum. Tað kann gerast við at hækka pensjónsaldurin. Tað er vanligt, at broytingar í pensjónsaldrinum skula fráboðast 10 ár frammanudan tær taka við, og tí er umráðandi at fremja broytingarnar í pensjónaldrinum beinanvegin.

At hækka pensjónsaldurin betrar eisini um fíggjarpolitiska haldføri, tí tað bøtir um lutfallið millum tey sum eru á arbeiðsmarknaðinum og tey sum eru uttanfyri arbeiðsmarknaðin. Pensjónsaldurin eigur í minsta lagi at fylgt eini indeksering, ið merkir, at pensjónsaldurin hækkar so hvørt, sum restlivitíðin hjá pensjónistum hækkar.

Restlivitíðin hjá fólki, ið hava rokkið pensjónsaldur, er tó longu hækkað við 4 árum síðani 1988, uttan at pensjónsaldurin er øktur samsvarandi, og vit eru, sum nú er, afturúr við at hækka pensjónsaldurin. Tá ið pensjónsaldurin ikki hækkar samstundis sum liviárini gerast fleiri, førir tað til ein ójavnvág í lutfallinum millum hækkandi útreiðslur til pensjón og relativt færri skattainntøkur frá arbeiðsinntøkum í arbeiðslívinum og tað hongur ikki saman í longdini.

Neyðugt er tí at stilla pensjónsaldurin, so økti livialdurin ikki einans fer til fleiri ár á pensjón, men eisini til fleiri virkin ár á arbeiðsmarknaðinum. Neyðugt er tí at seta ferðina upp á javningini á áramálunum í ávikavist arbeiðs- og pensjónslívinum fyri at gera fíggjarpolitikkin haldføran.

Les heystfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo