Løgreglan: Hundaførarin Finn Hansen og politihundur hansara Tobbi fingu í gjár heiðurssteypið, sum árliga verður latið einum hundaførara í danska kongaríkinum, sum hevur gjørt eitt heilt serligt hjálparavrik.
Heiðurssteypið, sum verður latið av Ríkispolitistjóranum, er ein viðurkenning til ein hundaførara, ið hevur framt eitt serliga gott avrik og harvið bjargað einum barni, einum sjúkum persóni ella einum ússaligum eldri persóni. Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur politistur fær henda heiður.
Heiðranin kemur í kjalarvørrinum av eini ógvusligari hending, sum skuldi loysast undir truplum umstøðum, og sum tíbetur endaði væl.
- Vit í Føroya Politi eru sera errin av Finn og Tobba, teirra megnar arbeiði og innsatsi. Svarti sjefarin er einasti hundur í bólki 1 í Føroyum. Hetta er hægsta stig, ein patruljuhundur kann fáa.
Til staðar á heiðursløtuni í Ríkispolitinum í Keypmannahavn.
Frá vinstru á niðastu myndini:
-
John Jensen, varapolitiinspektørur í Nordsjællands Politi, sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina fyri politihundarnar í danska kongaríkinum
-
Steen Nørskov, chefpolitiinspektørur
-
Thorkild Fogde, ríkispolitistjóri
-
Finn Hansen, politistur og hundaførari
-
Jan Eli Dam, hundafakligur samskipari
-
Michael Boolsen, fúti
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo