Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Í august vóru 29.402 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 280 fleiri samanborið við sama mánað árið fyri. Vøksturin er 1 prosent.

Størri vøkstur hjá kvinnum
Í august vóru knapt 15.000 menn og 14.450 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Samanborið við august í fjør eru kvinnurnar vorðnar 180 fleiri, sum er ein vøkstur á 1,2 prosent. Hjá monnum er vøksturin 0,7 prosent, ella 100 starvsfólk.  

Meira enn helvtin eru 40 ár og eldri
54 prosent av starvsfólkunum vóru yvir 40 ár í august. Men størsti aldursbólkurin var tó tey starvsfólk í aldrinum 30-39 ár við góðum 20 prosentum. 

Tveir triðingar av starvsfólkunum búgva í Suðurstreymoyar- ella Eysturoyar øki
Landkortið vísir starvsfólkabýtið býtt millum øki. Býtið er rættiliga støðugt yvir tíð. Um tveir triðingar av starvsfólkunum búgva antin í Suðurstreymoyar- ella Eysturoyar øki. 

Ein triðingur av starvsfólkunum uttan bústaðartilknýti eru úr Asia
Fyri at hava bústaðartilknýti skal ein hava búð helvtina av lívinum ella 7 út av 10 samanhangandi árum í Føroyum eina ferð í lívinum. Niðanfyri sæst gongdin í tali av starvsfólkum býtt á bústaðartilknýti, sum vísir, at vøkstur er í báðum bólkunum. Samanborið við sama mánað í fjør er vøksturin 0,9 prosent fyri tey við bústaðartilknýti og 1,5 prosent fyri tey uttan bústaðartilknýti.

Niðast sæst prosentbýtið av starvsfólkum, sum ikki hava bústaðartilknýti, býtt á heimspartar eftir ríkisborgaraskapi. Serliga býtið av starvsfólkum við asiatiskum ríkisborgaraskapi er vaksið tey seinastu árini, og í august vóru tey ein góður triðingur av starvsfólkunum, sum ikki hava bústaðartilknýti.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo