Vinnuhúsið: Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið undirskrivaðu í dag, tann 9. september 2024, undir nýggjan tvey ára sáttmála fyri maskinmeistarar í vinnu á landi.
Partarnir eru samdir um eina lønarhækking tann 1. juni 2024 á 4,32% og tann 1. juni 2025 á 3,87%. Karmurin á 8,19% er sostatt á sama støði sum sáttmálin við tey fimm arbeiðarafeløgini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo