Vinnuhúsið: Tað hevur í nógv ár verið ein ódekkaður tørvur á bústøðum í Føroyum. Tí mugu fleiri grundleggjandi stig takast, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag í ársfrásøgn síni.
Fyrsta stig at nøkta tørvin er at kommunurnar mugu útstykkja fleiri øki til bústaðarendamál.
Annað stig er at tryggja, at eisini privata vinnan hevur møguleika at verða við til at loysa bústaðartørvin. Hetta er alneyðugt, um vit vilja hava nakað at henda skjótt Politiska skipanin eigur tí sum skjótast at javnseta møguleikarnar hjá tí almenna og tí privata at byggja bústaðir. Um kappingin er ójøvn, gerst tað minni lokkandi hjá privatu feløgum at gera íløgur og kappast.
Eitt stig er at bøta um karmarnar fyri smærri íbúðarverkætlanum í lóggávu og avskrivingarmøguleikum. Til dømis fær Bústaðir ókeypis grundøki frá kommununum og sleppur undan at renta allan byggikostnaðin. Nýggju møguleikarnir hjá kommunum at stovna bústaðafeløg við 10 til 20 prosentum av pengunum hjá skattaborgarunum sum innskot er enn eitt kappingaravlagandi stig frá politiska myndugleikanum. Um politiska skipanin vil tryggja, at húsaleigan ikki gerst ov høg, er ein betri loysn at gera eina skipan við býlisstuðli, bæði til tey sum leiga frá tí almenna og frá tí privata.
Í stuttum eigur politiska skipanin:
-
At útstykkja fleiri grundstykkir til bústaðarendamál
-
At avtaka heimildina hjá kommunum at seta á stovn bústaðarfeløg saman við Bústøðum
-
At javnseta kappingina millum almenna og privata bygging
-
At seta eina skipan við býlisstuðli í verk
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo