Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Sáttmálasemjan við privatu arbeiðsgevararnar varð undirskrivað í Vinnuhúsinum seinnapartin. Úr vinstru síðu er tað Regin M. Jacobsen, næstformaður í Maskinmeistarafelagnum, Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, Kristoffur Laksá, nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag, FAG, og Høgni Hansen, næstformaður í FAG

Sáttmálasemjan við privatu arbeiðsgevararnar varð undirskrivað í Vinnuhúsinum seinnapartin. Úr vinstru síðu er tað Regin M. Jacobsen, næstformaður í Maskinmeistarafelagnum, Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, Kristoffur Laksá, nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag, FAG, og Høgni Hansen, næstformaður í FAG

Sáttmálasemjan við privatu arbeiðsgevararnar varð undirskrivað í Vinnuhúsinum seinnapartin. Úr vinstru síðu er tað Regin M. Jacobsen, næstformaður í Maskinmeistarafelagnum, Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, Kristoffur Laksá, nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag, FAG, og Høgni Hansen, næstformaður í FAG

Maskinmeistarafelagið: Maskinmeistarafelagið hevur í dag skrivað undir semju um nýggjan sáttmála fyri maskinmeistararnar í privatu vinnuni á landi, og fyri fyrstu ferð er tað eydnast at fáa serstakar ásetingar um lønarviðurskiftini hjá leiðarunum á einum sáttmálaøki í sáttmálan. Serfrøðingar eru eisini umfataðir av avtaluni, og nýggja semjan merkir eisini eitt munandi lyft til maskinistar.

Maskinmeistarafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag, FAG, skrivaðu seinnapartin undir semju um ein nýggjan tvey ára sáttmála fyri privat settar maskinmeistarar og maskinistar á landi. Tað eru góðir tríggir mánaðir síðan, at tann gamli sáttmálin gekk út, og hevur nýggi sáttmálin gildi frá 1. juni. Við virknaði frá tí degia hækkar lønin 4,32 prosent og fyrsta juni næsta ár hækkar hon við 3,87 prosentum.

Í Maskinmeistarafelagnum fegnast tey um, at samráðingarnar við FAG hava gingið væl og skjótt; men tó ikki skjótari, enn at partarnir eisini hava givið sær stundir at gera týdningarmiklar og prinsipiellar broytingar.

Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, leggur serliga dent á spildurnýggju ásetingina um leiðarar og serfrøðingar, sum er komin í sáttmálan sum nýggj § 3.

Individuellar samráðingar
Nyggja ásetingin skilir einfalt lønarspurningin hjá leiðarum og serfrøðingum frá lønarspurninginum hjá øllum hinum, ið eru fevnd av sáttmálanum. Fram eftir verða allar lønir hjá leiðarum og serfrøðingum avtalaðar í persónligum avtalum. Leikluturin hjá Maskinmeistarafelagnum verður at ráðgeva hesar leiðarar og serfrøðingar í setanartilgongdini og í teirra individuellu lønarsamráðingum.

- Hetta er ein nýggj áseting, sum hevur stóran prinsipiellan týdning, og sum vit í veruleikanum ynskja í allar sáttmálarnar hjá okkuma. Vit hava tó ikki viljað gloypt um alt í senn í øllum sáttmálasamráðingunum, men hava spjatt teir prinsipiellu spurningarnar – ella stríðini, um tú vilt – út á teir ymsu sáttmálarnar á bæði tí almenna og tí privata arbeiðsmarknaðinum, og vóna við tí at seta hol á eina røð av grundleggjandi broytingum, sum vit halda vera neyðugar; ikki bara hjá okkum, men á øllum arbeiðsmarknaðinum, greiðir Arnfinn Bech frá.

- At gera slíkar grundleggjandi og prinsipiellar broytingar, gongur ikki altíð so stillisliga fyri seg, og áleikandi stríðið við KAF um arbeiðstíðarreglur, er júst ein sovorðin grundleggjandi og prinsipiell broyting – har gongur tað tó tíverri ikki so smidliga fyri seg sum í samráðingunum við FAG. Kortini ber sera illa til at gera samberingar har, tí í sáttmálanum við FAG snýr tað seg um serligar ásetingar fyri ein avmarkaðan og sera væl defineraðan bólk av limum, meðan arbeiðstíðarreglurnar skulu vera generellar fyri eitt heilt sáttmálaøki, leggur hann afturat.

Maskinistar fáa eitt lyft
Ein onnur broyting til tað betra, sum hann hevur hug at taka fram, í nýggja sáttmálanum, er lønin hjá maskinistum. Við umflokkingum av størvunum eru teir allir lyftir munandi upp í løn. Eftir gamla sáttmálanum vórðu maskinistar løntir á stigunum 1 – 8 í lønartalvuni, og í tí nýggja verða teir løntir á stigunum 5 – 12.

Aðrar broytingar og tillagingar eru eisini í nýggja sáttmálanum, og til ber at kunna seg um tær í sjálvari semjuni, sum kann takast niður her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo