Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ocean Explorer rendi seg fastan á eitt sandriv nakað áðrenn risastóra skriðulopið og -flóðalduna.

Ocean Explorer rendi seg fastan á eitt sandriv nakað áðrenn risastóra skriðulopið og -flóðalduna.

Eitt risastórt skriðulop í Grønlandi 16. septembur í fjør gjørdi, at ein flóðalda, sum granskarar meta hevur verið einar 200 metrar høg, reisti seg.

Líka síðani hava teir kannað tilburðin, sum elvdi til ristingar so harðar, at tær kundu málast um alla klótuna, eitt nú í Nýsælandi og Kosta Rika. Granskararnir hava nú kunngjørt úrslitini av kanningunum í vísindaliga tíðarritinum Science, og fleiri miðlar endurgeva tíðarritið, teirra millum Jyllandsposturin.

Flóðaldan gjørdi um seg í heilar 9 dagar í Dicksonfjørðinum, sum er í landnyrðingspartinum á Grønlandi, og skvampaði yvir 10.000 ferðir aftur og fram, til tað aftur var friður.

Tað er sera oyði har á leiðini sum hendingin var. Men smáttur hjá veiðumonnum, sum eru fleiri 100 kilometrar frá staðnum, vórðu fullkomuliga oyðilagdar, verður sagt. 

Fáar dagar áðrenn hendingina høvdu granskarar verið á staðnum og sett upp útgerð sum skuldi kanna verðurlagsbroytingar.

Av og á vitja ferðamannaskip oydnu firðirnar í Grønlandi. Tað hendi eisini stutt áðrenn skriðulopið í septembur í fjør, tá skipið "Ocean Explorer" rendi seg fast á eitt sandrivi. Skipið, sum annars skuldi til Føroya, og fekk hjálp frá einum føroyskum skipara at sleppa leyst aftur, var statt nakrar 100 kilometrar frá har sum hendingin fór fram.

Granskararnir halda, at tað er sannlíkt, at fleiri slíkar risastórar flóðaldur fara at raka Grønland í komandi tíðum, tí veðurlagsbroytingar gera, at ísurin bráðnar.

Ocean Explorer rendi seg fastan á eitt sandriv nakað áðrenn risastóra skriðulopið og -flóðalduna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo