Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

12. mars 2020 er ein merkisdagur, sum okkara árgangur í heilt serligan mun fer at minnast aftur á. Grækarismessan er undir vanligum umstøðum ein hátíðardagur, tá føroyingar bjóða tjóðfuglinum vælkomnum heim úr fjarskotnum londum. Eftir drúgva ferð lendir tjaldrið aftur á okkara veðurbardu oyggjum. Nú er tíðin komin at hvíla seg og savna sær megi, áðrenn leiðin aftur gongur út í ta stóru og umbroytiligu verð. Fyri tjóðina hevur tjaldrið altíð havt ein symbolskan týdning. Afturkoman á hvørjum ári er vorðin ímyndin av, at vald myrkursins er av, og ljósari tíðir eru fyri framman. Í 1943 undir seinna veraldarbardaga, tá fyrsta grækarismessuhaldið varð hildið, tyktist muran í menniskjuni ljótari enn nakrantíð. Tá bar tjaldrið boð um, at ljós var fyri framman, og at frælsið fór at basa óndskapinum.

Á Grækarismessu fyri tveimum árum síðan var støðan hjá studentaskúlanum alt annað enn bjørt og vónrík. Hendan dagin fingu allir næmingar boð um, at alt skúlavirksemi var niðurlagt, og at farið varð í holt við fjarundirvísing. Brádliga vóru allar ætlanirnar hjá okkum næmingum niðurlagdar, og frælsið sýntist at verða burturbeint. Eg minnist serliga væl hendan dagin, tá ið økið kring skúlan tømdist eftir fáum tímum, og hvussu vit sótu fjálturstungnir á skúlaheiminum, meðan Glasir umskapaðist til ein spøkilsisbý, sum úr einum gomlum kovboyfilmi. Brádliga steðgaði samfelagið, ikki bert okkara dagliga samfelag saman við nýggju floksfeløgunum, men sjálvt heimstannhjólið gavst við at mala. Frá lívligum løtum í samveru við øðrum vórðu vit send í útlegd, hvør í sínum kjallara við hvør sínari teldu. Soleiðis fóru seinastu mánaðarnir av fyrsta skúlaárinum. Tjaldrið var afturkomið á klettarnar, men tóktist tað sum, at lyftið um frælsið og ljósari tíðir var gloymt.

Avleiðingarnar av alheimsfarsóttini komu somuleiðis at seta síni spor annað og triðja skúlaárið. Spyr tú onkran, sum hevur gingið í student, hvat hæddarpunkið er tey trý árini, so svarar hann óivað: námsferðin. Hetta er ein spennandi túrur, har øll mørk verða sprongd, og ungdómurin sleppur at vísa, at hann er til uppgávuna búgvin at ferðast uttan foreldur. Eins og hjá flest øllum undanfarnu árgangum, so høvdu vit sæð fram til ein ógloymandi og glamurøsan túr. Leiðin varð løgd til býin yvir øllum býum, París. Okkara námsferð gjørdist ógloymandi, men hvussu glamourøs hon var, tað veldst um. Ikki nokk við, at túrurin bleiv útskotin hálvtannað ár, staðsetingin varð broytt frá Triumfboganum og Eiffiltorninum til Rundatorn og Fiskatorgið. Tað bleiv til ein hugnaligan familjutúr til lítlu Danmørk, har áleið 1.000 bygdasligir føroyingar góvu sítt íkast til at terrorisera nærum alt Amager. Men hóast ymiskar forðingar, so fingu vit ein frálíkan túr.

Nógv bleiv sum vit ikki høvdu væntað, og er hetta sjálvur essensurin av tí at vera menniskja. Einstaklingurin verður noyddur at taka hædd fyri teimum støðugt umbroytandi viðurskiftunum, sum heimurin tveitir eftir honum. Tá ið forðingar stinga seg upp, hevur einstaklingurin tvinnar møguleikar: hann kann antin tillaga seg eftir broyttu viðurskiftunum, ella hann kann leggjast uppi og onki gera. Koronatíðin var ein slíkur ófriður, ið órógvaði tilveruna, og vóru vit noydd at broyta okkara vanar.

Samstundis sum avleiðingarnar vóru troyttandi, so gav hendan tíðin okkum ein týðandi møguleika at skilja okkara støðu sum partur av tí stóru heildini. Av tí at stígur kom í okkara føstu gerandisrytmu, so fingu vit møguleikan at steðga á og hugsavna okkum um lívsins viðurskifti. Ein møguleiki at seta tilveruna í frásjón. Ein kundi spyrja seg sjálvan, hvussu kann eitt evarska lítið virus megna at leggja allan heimin lamnan. Fyri fyrstu ferð í okkara vaksna lívið upplivdu vit eina herviliga kreppu nær okkum, og máaði hon samstundis grundarlagið undan okkara ímynd av, at mannaættin er ósærlig. Brátt raktu avleiðingarnar frá tí fjara umheiminum okkara lítlu tjóð eins og alduringar, ið støðugt ferðast burtur frá útbreiðslupunktinum.

‘The Times They Are A-Changin’ syngur navnframi trubadururin, Bob Dylan. Tíðirnar broytast! Hóast alheimsfarsóttin fyri stuttum fylti mestsum alt, so eru tað nú aðrar kreppur, ið geva okkum høvuðbryggj. Ræðuleikarnir, ið fara fram í Eysturevropa, bera boð um, at heimurin er vorðin ótryggari, síðan vit fyri skjótt trimum árum síðani trinu inn á Glasir. Sameindu Tjóðir boða frá, at humaniterar kreppur eru í væntu, tí bardagarnir koma sannlíkt at elva til hungursneyð og øktar flóttafólkastreymar. Heimurin er hamskiftur eftir stuttari tíð, og nógvir av teimum møguleikunum, sum vit høvdu fyri bert einum ári síðani, eru ikki til staðar í dag.

Eisini her hjá okkum merkja vit avleiðingarnar av rembingunum úti í heimi. Seinastu tíðina hava NATO-krígsskip verið á sokallaðum “trygdartúrum” í føroyskum sjógvi. Hettar kann eisini lýsast sum eitt átak frá vesturheiminum at pissa territorium av. Teir søguligu tvídráttirnir millum eystur og vestur, sum vit hava terpa í søgutímunum, sleppa vit nú sjálvi at uppliva. Tann konstanta hóttanin um eina russiska innrás fyllir nógv á politiska pallinum. Vit uppliva stóran aktivitet í hesum døgum, har trygdarpolitikkurin í ríkisfelagsskapinum verður raðfestur hægri, enn hann hevur verið í undanfarnum áratíggjum.

Góðu tit øll! Seinastu árini hava verið merkt av ruðuleika og broytingum úti í stóru verð og heima her í lítlu Føroyum. Hesi viðurskifti hava roynt at máa grundvøllin undan okkum, men tann royndin er miseydnað, og tað eru vit, sum eru savnaði í dag, ímyndin av. Eins og forfedrar okkara vóru sterkir í trúnni, at føroyska tjóðin skuldi leyslatast frá fremmandum hervaldi, so eru vit ímyndin av, at onki megnar at kúga drívmegini hjá tí, ið er framfýsin.

Góðu pisur! Heiminum tørvar menniskju, ið hava dirvi at taka ábyrgd. Taka ábyrgd av teimum kreppum, sum heimurin í dag stendur yvirfyri. Tá vit fyri trimum árum síðani møttust í skúlastovunum á fyrsta sinni, vóru vit á einum byrjunarstigi í einari langari menningartilgongd. Hesin kapittulin, sum eitur miðnám, er liðugur, men eftir hesa hátíðarløtu, verður farið undir næsta kapittul í okkara lívssøgu. Hugskotini eru mong í tali, hvat næsta brot skal snúgva seg um, og eg loyvi mær at siga, at hjá teimum flestu, so er óvist, hvussu søgugongdin skal halda fram. Summi ivast, hvar leiðin ber, men er hetta ikki ein støða, sum ein skal óttast. Mongu tankarnir, hugskotini, ivin og vónirnar kunnu samanberast við eina aðra menningartilongd, sum fer fram í evnafrøðini. Tá ið koparoxid verður lagt aftur at svávulsýru og upphita, so verður spakuliga framleidd ein blálig upploysing. Við at geva upploysingini tíð til at virka, so verða vakrar, bláar koparsulfat-krystallir framleiddar. Tað einasta, sum krevst fyri, at upploysingin kann røkka hesum vakra punktinum er, at allar milliónirnar av atomum fáa tíð til at skipa seg.

Studentartíðin er ein menningartilgongd, har vit búnast sum einstaklingar, so vit eftir lokið skúlaskeið eru til reiðar at trína út í tí stóru og umbroytiligu verð. Eins og tjaldrið, savna vit okkum megi, áðrenn vit gera klárt til at fara á flog. Góðu pisur! Húgvurnar eru nú komnar á høvdið, og tær eru ímyndin av, at vit eru til reiðar at fara víðari á okkara ferð.

Eg fari til seinast enda við orðunum eftir skaldið og politikaran, ið stendur á tinghúsvøllinum, Rasmus Effersøe. Orðini eru upprunaliga ein heilsan til fyrsta føroyska guvuskipið “Føringur,” og yrkti Rasmus Effersøe yrkingina “Førings merki” til høvið, tá ið Føroyingafelagið handaði skipinum eitt tjaldursflagg í gávu. Eins og skipinum varð handað ein prýðislut við íblástri úr tí føroyska samleikanum, eru vit pisur prýddar við einum varandi minni um tað heim, ið vit hava í huga, tá ið flogið skal roynast:

“Tú Føringur sterki,

tær tjaldursmerki

vit geva nú,

og altíð á bylgju

tað merki tær fylgi,

tú skúta prúð.

Ver pjøkin sum tjaldrið og verj teg væl,

tá altíð eydnan tær fylgja skal.”

Við hesum fari eg at ynskja øllum pisum hjartaliga til lukku við húgvuni,

og okkum øllum eitt gott summar.

Alvi Jespersen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo