Í miðdeildini í Eysturskúlanum hava tey havt úr at gera og hava sett nakrar dagar av, til at gera ymisk tiltøk, har endamálið er at savna pengar inn til Ukraina.
Í dag var borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, á vitjan.
Eisini hava fyrilestrar verið á skránni og tann fyrsti var við Mariu, sum er úr Ukraina, manninum og pápanum. Pápin sang ein sang fyri næmingunum. Jóannes Eidesgaard hevur eisini verið og greitt frá arbeiðinum hjá Reyða Krossi.
Í dag hevur pylsubreyð og annað verið selt í skúlahøllini.
Myndir: Ólavur Frederiksen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo