Skúlablaðið: Hetta skúlaárið – 2021/2022 – eru 100 lærarar settir í tíðaravmarkað starv í fólkaskúlanum.
Hesir somu lærararnir ynskja allir at fáa fast starv komandi skúlaár og tí mugu teir – eins og nógvir teirra hava gjørt fleiri ferðir fyrr – søkja starv av nýggjum, mangan sama starv, sum teir longu røkja.
Harumframt koma 31 nýútbúnir lærarar av Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum í summar, og vanliga søkja flestu teirra starv alt fyri eitt; afturat teimum koma vanliga nøkur, sum eru útbúgvin á læraraskúla í Danmark.
Hesir gott 130 lærararnir skulu øll kappast um 30 føst lærarastørv, ið eru lýst leys at søkja til komandi skúlaár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo