Á middegi í dag byrjaði Musikkskúlafestivalurin 2022 á Landavegnum í Havn.
Útvið 800 børn og ung úr musikkskúlunum kring landið framføra á teimum trimum pallunum sum eru, tveir innandura pallar og ein uttandura.
Musikkskúlafestivalurin er gylt høvið hjá næmingum at framføra, og hugaligt er hjá teimum at hittast í hesum høpi.
Musikkskúlafestivalurin var fyrstu ferð fyri tveimum árum síðani, men síðani hevur korona gjørt, tað ógjørligt at halda festivalin
Men í ár ber aftur til!
Framførslur verða uttan íhald allan dag og út á seinnapartin í morgin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo