Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Nes kommuna: 8. flokkur í Tofta skúla hevur eftir áheitan frá Nes kommunu ruddað á Svangaskarði í dag. Samsýningin fer óskerd til “Hjálp til Ukraina”. Fyrrapartin var borgarstjórin og takkaði teimum fyri arbeiðið og tók hesa myndina.

Tofta skúli skipaði týsdagin 3.mai fyri einum sera væleydnaðum stuðulsátaki til frama fyri ”Hjálp til Ukraina”.

Stuðulsátakið varð skipað sum ein stuðulsrenning uppi á rennibreytini á Svangaskarði, hvar ið allir næmingarnir runna ella gingu í ein hálvan tíma.

Fleiri møguleikar vóru at stuðla átakinum. Rættiliga nógv valdu at lata pening, fyri at stuðla næmingunum, sum gingu ella runnu. Onnur komu við reiðum peningi.

Næmingaráðið í Tofta skúla skipaði eisini fyri fløskuinnsavnan og rættilgia nógur peningur kom eisini inn ígjøgnum teirra átak.

Eftir stuðulsrenningina á Svangaskarði, fóru øll oman í Tofta skúla, har allir næmingarnir og skúlabólkurin fingu sunkist og søtmeti, sum Nes kommuna hevði latið til høvið.

Stuðulsátakið endaði við einari almennari hugnaløtu kl.13.00. Á skránni varð nógvur sangur, har næmingar spældu undir á ljóðføri og sungu fyri til felagssangin. Nógv foreldur, ommur, abbar og aðrir næstringar møttu upp til hesa hugnaløtu. Tá sangløtan var liðug, varð boðið til ein góðan kaffimunn. Eisini varð møguligt at keypa smákøkur og heimagjørt súltutoy. Allur innkomni peningurin fyri hesa sølu fór til stuðulsátakið.

Í skrivandi løtu, er ikki endaliga gjørt upp, hvussu nógv kom inn til stuðulsátakið ”Hjálp til Ukraina”. Tað verður helst ikki greitt fyrr enn um hálvan mai.

Avgjørt er, at allur stuðulin verður latin til Reyða Kross Føroya at umsita og lata sum hjálp til Ukraina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo