Sunda kommuna: Í gjár var próvhandan á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka. Sjey mans og ein kvinna fingu handað prógv fyri at hava staðið dugnaskapsroyndina fyri frítíðarsiglarar.
Í fleiri ár hevur Frítíðarundirvísingin í Sunda kommunu bjóða dugnaskapsroyndina fram sum lærugrein. Áhugin fyri at luttaka á hesum skeiðnum er altíð góð, og tilboðið verður aftur á skránni hjá Frítíðarundirvísingini komandi heyst.
Tey sum fingu prógv eru: Annika Jacobsen, Torleif Clementsen, Mikkel Lohse, Jóannes Dalsgaard, Poul Laksafoss, Fróði Festirstein Nielsen, Kim Durhuus og Hans Christian Petersen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo