Fróðskaparsterið: Fríggjadagin 24. juni verður próvtøkuhandan hjá Fróðskaparsetri Føroya í Norðurlandahúsinum, og hetta verður fyrstu ferð í søguni, at ein flokkur av lesandi fær føroyskt bachelorprógv í lóg.
Meginparturin av teimum ætlar sær at lesa víðari á master á Setrinum, og eftir tað fáa vit so á fyrsta sinni løgfrøðingar, sum fult og heilt eru útbúnir í Føroyum.
- Eitt og hvørt samfelag má seta lóg og rætt undir vísindaliga ella akademiska sjóneyku, annars kann samfelagið ikki gera sær vónir um at skipa seg væl og skynsamt út frá egnum fortreytum.
So stutt kann visjónin aftan fyri løgfrøðiútbúgvingina á Setrinum orðast, segði Bárður Larsen, útbúgvingarleiðari, tá føroyska útbúgvingin varð fult viðurkend í vár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo