Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið/Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags: Spenningur er í skúlunum á hvørjum ári í mai, tá játtanin til skúlan fyri komandi skúlaár er á gáttini. Um næmingatalið í skúlanum hækkar ella lækkar við fáum næmingum, kann tað fáa stórar avleiðingar fyri skúlan. Fáir næmingar fleiri ella færri kunnu vera munurin á, um skúlin kann seta lærararnar í starv aftur komandi ár ella má siga einum lærara úr starvi. Hetta er støðan við verandi játtanarleisti, og tað órógvar og ger støðuna ótrygga.

Fólkaskúlarnir mugu sjálvandi fáa sína játtan eftir onkrum leisti, so at hvør skúli, uttan mun til stødd, fær ta játtan, ið hóskar til tørvin og virksemið í skúlanum. Men játtanin má samstundis skipast so, at hon ikki svingar sum eitt jojo frá ári til ár, um bara næmingatalið broytist við fáum næmingum. Tað má vera samsvar millum broytingarnar í skúlanum og broytingarnar í játtanini til skúlan.

Verandi játtanarleistur ger støðuna ótrygga. Leisturin er bygdur í trinum grundað á næmingatal, og tað ger, at fáir næmingar fleiri ella færri kunnu hava stóra ávirkan á ávís øki í skúlanum og samlaðu játtanina til skúlan. Um tað eru bara 5 næmingar færri, so kann skúlin detta eitt trin niður í játtan á fleiri økjum, so at tað verður minni til t.d. skúlaleiðslu, serøki og førleikastovuna. Tað er ikki gott fyri skúlan, lærararnar ella næmingarnar, at játtanin minkar við einum lærarastarvi, bara tí at næmingatalið minkar við 5 næmingum, tí tað er eingin munur at dríva skúlan, um næmingatalið er 202 ella 197 næmingar.

Annar táttur í óstøðugu umstøðunum hjá skúlunum er tepra játtanin til fólkaskúlan. Ein liður at spara er at hava fáar og stórar flokkar. Næmingatalið ger av, hvussu nógvir flokkar eru á hvørjum floksstigi, og fólkaskúlalógin ásetur greitt, at “Við skúlaársbyrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokki”. Um tað eru 72 næmingar á einum floksstigi, so fær skúlin játtan til tríggjar flokkar, 24 í hvørjum flokki. Um næmingatalið fer upp um 72, so skuldi tað sambært fólkaskúlalógini havt fýra flokkar við sær, men so er ikki. Nú tykist tað vera vanlig mannagongd at trýsta 26 næmingar í hvønn flokk. Dømi eru um, at 78 næmingar í fyrsta flokki eru trýstir í bara tríggjar flokkar og 52 næmingar í tveir áttanda flokkar. Altso 26 næmingar í hvørjum flokki. Tað er at undrast á, at tá Løgtingið greitt hevur ásett, at 24 næmingar er ovasta mark, so kann fyrisitingin seta 26 næmingar í hvønn flokk.

Fleiri skúlar hava tíverri útlit til munandi lægri játtan til skúlaleiðslu komandi skúlaár, tí at næmingatalið er minkað við fáum næmingum, og at játtanin slaviskt fylgir trinunum í talvuni. Í einum skúla lækkar næmingatalið frá 401 næmingum til 381, og tað hevur við sær, at tíðin til skúlaleiðslu verður skorin 667 árstímar, frá 3667 til 3000 árstímar. Tað er ikki til at skilja, at man vil skerja leiðsluna við meira enn einum triðings starvi, bara tí at næmingtalið er fallið við 20 næmingum. Aðrir skúlaleiðarar hava líknandi útlit. Hetta er ein skipan, ið má broytast.

Leiðin til ein góðan fólkaskúla eru rúmligir og tryggir karmar, og vit kunnu siga, at uppgávan hjá myndugleikunum er at geva fólkaskúlanum trygt at standa á. Við verandi játtanarleisti eru útlitini alt annað enn trygg, og tí eiga vit at tillaga mátan, sum fólkaskúlarnir fáa útroknaða sína játtan til komandi skúlaár, so at játtanin ikki svingar sum eitt annað jojo - niður eitt ár, fyri at fara upp aftur árið eftir.

Oddagrein í Skúlablað nr 3, 2022, sum júst er komið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo