Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Filmsbrot

Gilad Erdan helt eina sera sterka røðu fyri ST aðalfundinum og minti á, at Ísrael er ikki í kríggj við vanlig fólk men skrímsl.

- Hamas er ISIS í Gaza. Heimurin tók sær av ISIS í Sýria, nú er túrurin komin til Gaza, segði hann.

- Vit fara at brúka øll neyðug vápn fyri at útrudda Hamas. Ikki fyri at hevna, men fyri at syrgja fyri, at nakað slíkt sum hendi 7. oktobur ongantíð aftur fer at henda, segði Gilad Erdan, og bað ST aðalfundin taka høvdið upp úr sandinum.

- Hví gongur ST ørindi fyri Hamas? Bið tey leggja vápnini og geva seg yvir, so endar kríggið í stundini. Ein vápnahvíld er bara at binda hendurnar hjá Ísrael aftanfyri bakið. Og so hendir alt ummaftur um nøkur ár, segði Gilad Erdan sum heldur ikki segði seg hava nógva tiltrúgv til framtíðina hjá ST.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo