Skúlablaðið: Í apríl var danska Kirsten Kristensen í Føroyum. Kirsten Kristensen er skeiðslærari í IVK, familjuterapeutur og mediatorur. IVK stendur fyri ikke-voldelig-kommunikation ella nonviolent communication, og tað er amerikanski sálarfrøðingurin Marshall B. Rosenberg, sum hevur ment hugtakið.
Kirsten Kristensen hevði skeið fyri AKT-lærarum um IVK. Her greiddi hon frá, hvussu langt vit kunnu røkka við sunnum samskifti, tí høvuðsendamálið við IVK er nettupp at gera sítt til, at konfliktir verða loystar uttan harðskap – uttan mun til, um harðskapurin er í gerðum ella orðum.
IVK kann brúkast aðrastaðni enn í skúlahøpi, tí samskifti er allastaðni, og tí kunnu allir aldursbólkar fáa venjing í positivum samskifti. Men tað er tó serliga snilt at læra børn í skúlaaldri hetta, heldur Kirsten Kristensen, sum hevur ein dreym um at vera við til at tryggja heimsfriðin.
– Eg eri sannførd um, at komandi ættarliðið fer at finna frið í heiminum. Og lættasti og stuttasti vegurin til ein betri heim er at læra unga ættarliðið nakrar grundleggjandi førleikar innan samskifti, sigur Kirsten Kristensen.
– Tá eg var barn, var eingin, sum lærdi meg at samskifta. Men tað hevur so sera stóran týdning at samskifta við virðing. Tí er eitt av mínum málum her í lívinum at geva komandi ættarliðnum nakrar fyritreytir, so tey duga betur at seta seg í samband og samskifta við hvønn annan, sigur hon.
Hennara høvuðsboðskapur til lærarar í Føroyum er:
– Tá børn hava ein atburð, sum er avbjóðandi, so eigur lærarin at gera sítt fyri at broyta hendan atburðin, sigur Kirsten Kristensen og greiðir nærri frá, hvussu tú við samskifti kanst broyta tosingarlagið frá at vera harðligt til stuðlandi.
– Um onkur næmingur argar ella slær, so plaga vit ofta at siga ”Gevst við hasum. Hatta mást tú ikki”. Men trupulleikin er, at tað vita børnini væl. Tey arga ella sláa kortini. Í staðin fyri at biðja tey gevast soleiðis, eiga vit at møta barninum, har tað er, fyri at síggja, hvørjum tað hevur tørv á. Tí hvørjum hevur barnið tørv á, tá tað ger okkurt, okkum ikki dámar? Um vit síggja hendan tørvin, so tosa vit eisini við barnið upp á ein annan máta. Tá siga vit ikki bara ”Lat vera við at sláa!”. Og tað kann vera við til at broyta atferðina hjá barninum.
Hetta snýr seg ikki bara um tað fysiska.
– Tað kann til dømis vera undirtónar við eyðmýking, at klikkja niður, ella at halda onkrum uttan fyri felagsskapin, ikki hava eygnasamband ella hava onkra ávísa frástøðu til onnur.
Við at tosa virðiliga og stuðlandi við børn, so er vónin, at børnini uppføra seg hareftir.
– Summi børn í eldru flokkunum siga, at tey bara gera tað sama, sum tey vaksnu gera. Tosa harðligt, skelda út og halda onnur uttan fyri, sigur Kirsten Kristensen.
Høvuðsendamálið og reyði tráðurin í øllum hesum við IVK er, at positivi atburðurin hjá lærarum og øðrum vaksnum skal smitta av á børnini.
– Børnini hava brúk fyri nøkrum positivum fyrimyndum, sum tey hava hug at læra okkurt av. Tað eru jú tey vaksnu, sum í stóran mun skapa ta mentan, børnini liva í. Men tað er ringt at broyta, um tey vaksnu sjálv tosa í einum hørðum tóna, sigur Kirsten Kristensen.
Les alla greina í Skúlablað nr 3, 2022
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo