Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetrið: Í hesum døgum eru 21 universitetslesandi norðurlendingar á summarskeiði á Setrinum, har tey kunna seg um føroyskt mál, mentan og bókmentir.

Tey koma úr Grønlandi, Íslandi, Danmark, Noregi, Svøríki og úr Finnlandi og hava tað til felags, at tey lesa á universitetum í Norðurlondum. Nú eru hesi 21 so komin til Føroya á summarskeið í tríggjar vikur, har Føroyamálsdeildin skipar fyri undirvísing í føroyskum máli, mentan og bókmentum.

Talan er um afturvendandi summarskeið, sum kallast Nordkurs, og sum øll Norðurlond skipa fyri heima hjá sær sjálvum.

Í meira enn 60 ár hava slík skeið verið hildin fyri at geva lesandi møguleika fyri at nema sær nærri kunnleika við onnur norðurlendsk mál, bókmentir og mentan, og meira enn 300 lesandi luttaka hvørt ár. 

Summarskeiðið á Føroyamálsdeildini varar í tríggjar vikur.

Nordkurs verður stuðlað av Norðurlendska Ráðharraráðnum.

Lesið meira um søguna hjá Nordkurs her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo