Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Í hesum døgum eru nógvar lýsingar eftir lærarum. Flestu av hesum lýsingunum til tíðaravmarkað størv. Ein uppgerð, sum Lærarafelagið hevur gjørt, vísir, at hetta skúlaárið vóru bara 22 lýsingar eftir lærarum í fast starv, meðan tað varð lýst eftir fleiri enn 100 lærarum til tíðaravmarkað starv. Hetta er ein gongd, sum hevur verið í nógv ár.

Í formansfrágreiðing síni á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag síðst í apríl harmaðist formaður Føroya Lærarafelag, at lærarar á hvørjum ári skulu noyðast at søkja starv.

- Tíverri er tað so, at fleiri lærarar á hvørjum vári hava ilt í búkinum, tí teir vita ikki, um teir hava starv eftir summarfrítíðina. Útlitini eru óviss, og tað kennist tungt aftur í ár at skula senda umsóknir til fleiri skúlar og at fara til setanarsamrøður fyri triðju ella fjórðu ferð á sama skúla til sama starv, segði Jacob Eli S. Olsen.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo