Skúlafótbóltur: Tórsdagin 16. juni var seinasta umfar í Skúlafótbólti í ár, tá 1. og 2. flokkar høvdu lagt leiðina til Vágs í Marghøllina á Oyrunum til Skúlafótbólt. Tórsdagin kappaðust 389 børn í 1. og 2. Flokki og var hetta eisini eitt av stóru umførunum til Skúlafótbólt í ár.
Nú Skúlafótbóltur er liðugur fyri hetta Skúlaárið kann eisini staðfestast, at árið gjørdist tað størsta við Skúlafótbólti nakrantíð. 2.108 næmingar hava spælt fótbólt í blandaðum liðum, gentuliðum og dreingjaliðum til Skúlafótbóltin 2021/2022 – og afturat hesum hevur verið stórt hundrað lið av fylgjarum.
27 fólka-, miðnáms- og háskúlar hava luttikið í Skúlafótbólti í 2021/2022 - og Skúlafótbóltur er sum kunnugt fyri allar árgangir frá 1. flokki til miðnáms- og háskúlaflokkar.
Í mun til vanligar fótbóltskappingar í Føroyum, so er Skúlafótbóltur einasta fótbóltskapping, har spælt verður í blandaðum liðum. -Og júst hesin tátturin er millum teir best umtóktu, tí 992 børn og ung hava í ár kappast á blandaðum liðum.
Ongin Skúlafótbóltur uttan stuðlar og hevur tað aftur í ár borið til at skipa Skúlafótbólt í Marghøllini í Vági við góðum stuðli frá høvuðsstuðlinum BankNordik og í góðum samstarvi við Fótbóltssamband Føroya og við Vágs kommunu.
Skúlafótbóltur verður sjálvsagt aftur á skrá í heyst og innbjóðingar verða fyrst í september send til allar fólkaskúlar og miðnámsskúlar kring landið. Sum nakað nýtt verður eisini í heyst skipað fyri Skúlafótbólti fyri serbreytirnar í skúlunum kring landið.
Myndir og filmsbrot frá Skúlafótbólti 2021/2022 eru at finna á Facebook vanganum Skúlafótbóltur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo