Prógvhandan var á Vinnuháskúlanum í Nóatúni í morgun, har skiparar, skipsførarar og maskinmeistarar fingu prógvini handað. Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt røðu fyri næmingunum, har hann m.a. tosaði um, hvussu heimurin og harvið avbjóðingarnar broytast, eisini innan sjóvinnu – men hvussu allur heimurin liggur opin fyri okkara serstakliga vælútbúna fólki.
- Vinnuháskúlin er eitt stórt arbeiðspláss, útgjørdur við allari nýmótans tøkni – allar útbúgvingarnar lúka øll altjóða krøv, og tí liggur allur heimurin opin fyri næmingunum eftir útbúgving. Tí er tað altíð hugaligt at vera við, tá skiparar, skipsførarar og maskinmeistarar fáa prógvini handað. Tað er ein stór løta fyri tykkum og eigur at vera ein stór løta fyri samfelagið alt.
- Heimurin broytist skjótt – og bara í ár er nógv broytt. Nú kreppa er eystanfyri gongur ikki dagur, at vit ikki hoyra um kríggj, um avmarkaða sigling í og úr Svartahavinum og aðrastaðni. Men vit hoyra eisini regluliga um Arktis. Stórveldini kanska hugsa einamest um ráevni og strategisk týdningarmikil øki. Men í samlaðu prosessini gerast Føroyar alt meira áhugaverdar.
- Samstundis sum áhugin veksur, so hava broytingarnar í Arktis longu havt við sær økta ferðslu, og tað er sera áhugavert fyri okkum. Altjóða maritimi felagsskapurin IMO gjørdi longu tíðliga í ár vart við, at kríggið í Ukraina hevur fingið álvarsligar fylgjur fyri sjófólk. Longu í mars í ár vóru útivið 2000 sjófólk umborð á skipum, sum ikki sluppu úr havnum í fleiri ymsum londum.
- Hetta merkir eisini, at rutur verða umlagdar, og at roynt verður at sigla, har friðaligt er. Altjóða kanningar vísa, at skipaferðslan í Arktis fer at økjast – kanska tvífaldast - næstu 30 árini.
- Í fyrstu atløgu ljóðar hetta kanska ræðandi, men vit mugu vóna, at vit hesi næstu tíggjuáraskeiðini gerast so tøkniliga framkomin, at útlát og dálking ikki veksur tilsvarandi, men heldur fer at ganga hinvegin.
- Eitt vita vit tó við vissu. Og tað er, at skal skipaferðslan vaksa í so stóran mun, so tørvar okkum túsundtals vælútbúgvin og roynd fólk á brúnna, í maskinrúmið og á dekkið. Og partur av hesi stóru skipamongd fer at tørva tænastur av øllum handa slagi í Norðuratlantshavi.
Her í Havn kanna vit støðugt, hvussu vit styrkja vinnur við tilknýti til sjógvin, eitt nú hvussu vit menna okkum í shipping, reiðarívirksemi, altjóða skipaskráseting. Vit royna at laga viðurskiftini soleiðis, at vit sum frálíður í enn størri mun gerast ein sjóvinnuligur tænastudepil í Norðuratlantshavi.
- Sjóvinnuveitingar eru longu ein munagóður partur av virkseminum í landinum, og eg haldi, at vit í Tórshavnar kommunu eru væl fyri í fyrireikingunum. Vit gerast alsamt meira ein miðdepil á norðurleiðum. Tí er vøkstur og økt ferðsla í væntu.
- Hetta merkir og hevur merkt í mong ár, at vit støðugt byggja út fyri at framtíðartryggja vinnuna og fyri at geva rúmd fyri framtíðar vinnu á økinum. Vit hava tíbetur eisini eitt gott byrjandi samstarv um útbjóðing og býti av tænastum millum ymsu havnirnar í miðøkinum.
- Ein av stóru súlunum undir okkara framtíðar búskapi verður tí sjóvinna í breiðari merking, nýggjar sjóvinnuútbúgvingar, shipping, reiðarívirksemi og tænastuveitingar. Og tit skiparar, skipsførarar og maskinmeistarar, tit standa í fremstu røð at tryggja okkum okkara part í hesum framburði.
- Tað at hava eina maritima karrieru merkir so mangt í dag, bæði tá talan er um off-shorearbeiði, ferðafólkasigling o.s.fr. Men tað eru tit, ið hava bestu førleikar og vitan á økinum. Og bæði heimlig og útlendsk vinna stendur í bíðirøð eftir føroyingum til brúnna, maskinrúmið og til onnur størv.
- Tykkara siðbundnu føroysku útbúgvingar eru dygdargóðar útbúgvingar, ið hava prógvað sítt virði á nær- og fjarleiðum og í størvum á landi heima og í útlondum. Tær borga fyri, at føroysk arbeiðsmegi kann bjóða seg fram á øllum heimsins høvum og í øllum heimsins londum.
- Tit hava tí kappingarfyrimunir framum so nógvar aðrar tjóðir. Eg fari tí við hesum at ynskja tykkum øllum somlum hjartaliga tillukku við próvnum og blíðan býr í tykkara framtíðar størvum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda í røðuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo