Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Nes kommuna: Nes kommuna hevur søkt eftir nýggjum leiðara til Tofta Kvøldskúla, nú Áki Dyssegaard, sum hevur verið leiðari, hevur sagt seg úr starvi. Inn komu tríggjar umsóknir.

Á bygdaráðsfundi tann 2. mai 2022 varð avgjørt at seta Johnleif Gerðisá, Nes, í starvið.

Jónleif Gerðisá er námsfrøðingur, umframt at hann hevur lokið svimjilæraraprógv, venjaraútbúgving,  dómaraprógv hjá DBU, hægri handilsútbúgving á Kambsdali og útbúgving í telduflokki á Kambsdali. Harumframt hevur Jónleif drúgvar starvsroyndir innan barna- og ungdómsarbeið. Hann hevur verið bæði leiðari í ungdómshúsi, venjari og samskipari innan ítrótt.

Johnleif Gerðisá tekur við starvinum tann 1. august 2022.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo