Fyri góðari viku síðan var aðalfundur í Føroya Lærarafelag. Nevndarval var á skránni, har fimm valevni bjóðaðu seg fram til tveir nevndarsessir.
Fyri vali stóðu Tórhallur við Gil, ið varð afturvaldur og Andrea á Rípuni, sum hevur sitið í nevndini í fleiri skeið, seinastu trý árini sum næstforkvinna, ið ikki stillaði uppaftur. Fyri hana varð Eyðbjartur Sólheyg Skaalum valdur.
Nevndin hevur nú skipað seg soleiðis:
Jacob Eli S. Olsen er formaður, Tórhallur við Gil er næstformaður, Jona Højsted er kassameistari, Bergur Samuelsen er skrivari, og Eyðbjartur Sólheyg Skaalum er nevndarlimur.
Annbritt Toftegaard er 1. tiltakslimur og Augusta Egholm Petersen er 2. tiltakslimur.
Á fyrsta fundinum orðaði nevndin uppskot til evni at arbeiða við komandi nevndarárið, tá m.a. sáttmálasamráðingar standa fyri framman. Nógv er at tríva í og nevndin er spent at fara til verka.
Myndir frá aðalfundinum: http://www.lararafelag.fo/?id=6426
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo