TSK: Símun Heinesen, ið gongur á Tøknibreytini, hevur í morgun sum ársins fyrsta pisa fingið húgvuna á høvdið. Tað var lærarin í Tøkni A, Jens Pauli Joensen, ið gav honum húgvuna.
Hjartaliga til lukku við húgvuni, Símun.
Prógvini verða, sum siður er og veðrið er til vildar, handað í viðarlundini úti í Grøv mikudagin 22. juni kl. 13. Aftaná er drekkamuður á skúlanum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo