Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Podvarp

Stormur, vindur og ódnarveður. Alt hetta er ljóð úr Føroyum. Larmur og gangur hugsa nøkur. Men ikki Bjørn Svin, sum í sambandi við Nordic Music Days, hevur gjørt verkið A Faroese Tale saman við Franco Ross Adams. Verkið er gjørt út frá føroysku náttúruni.

Í nýggja poddvarpinum greiðir Bjørn Svin frá hví tað, sum vit vanliga seta í samband við óljóð, er hugtakandi.

Elektroniskur tónleikur. Tit hugsa allarhelst eitt myrkt rúm í einum kjallara í Amsterdam við nógvum blinkandi ljósum. Ein rúgva av ungum fólkum við litríkum klæðum og ein bankandi fót trumma. Tað er soleiðis fólk flest allýsa elektroniskan tónleik. Tó kann hann, sambært tónleikarunum handan A Faroese tale, vera meira abstraktur enn so, eins og við aðrari list. Tískil kann hetta eisini elva til ósemju mllum fólk, nær tónleikur og tónleikur. Tað er kjarnin, sum Bjørn Christiansen (Bjørn Svin) og Franco Ross Adams arbeiða út frá við verkinum A Faroese Tale.

Bjørn Svin hevur sínar røtur í tekno tónleikinum frá níti árunum. Við djúpari persónligari tilgongd, hevur hann granskað og bjóðað rútmiska, elektroniska tónleikinum av í næstan 30 ár og er vorðin ein ímynd á elektroniska tónleikapallinum í Danmark, við fjepparum úr øllum Europa. 

A Faroese Tale er meir sum ein uppliving innan fyri ljóð enn eitt musikalst verk. Verkið er gjørt í sambandi við Nordic Music Days, sum vera í Føroyum fyri fyrstu ferð í døgunum 1. til 4. septembur. Bjørn Svin og Franco Ross Adams lýsa hesa verkætlan sum partvíst elektroniskan tónleik og minimalistiskt ljóð. Tilgongdin til verkætlanina hevur verið soleiðis, at teir hava verið úti í føroysku náttúruni og tikið ljóð upp av vindi og stormi. Síðani hava teir sett tað saman til ein tónlistarligan samanhang.

- Tað mest spennandi við føroyska ljóðinum er vind-ljóðið. Ljóðið kann vera sera fjølbroytt, tí tað er so ymiskt, hvat vindur ger við ymisk ting. Onkur vildi kalla hetta larm, og tað er júst tað, eg haldi vera spennandi. Hetta er púra burtur frá harmoni, sum jú er tað, oyruni tráa eftir at hoyra. Um larmurin er statiskur, kann ein til endans hoyra eitt lag. Stutt sagt gerst ódnarveður til eitt vilt beat í sær sjálvum,  sigur Bjørn Svin í Poddvarpinum.

Sum partur av festivalinum og áðrenn festivalin, hevur Bjørn arbeitt saman við evnaligum ungum fólkum úr Havn, sum hava áhuga í at skapa og framleiða elektroniskan tónleik; men á hesi konsert, seint á kvøldi í Havnar Kirkju fríggjadagin 3. september klokkan 22:30, er Bjørn einsamallur, og vit lova tær eina undranarverda og kveikjandi solo framførslu.

Men um tú vilt hoyra meira frá Bjørn Svin, so er at lurta eftir poddvarpinum, sum Petur Sigurð í Króki í Ungdómstoyminum BIIT hjá KvF hevur gjørt. Poddvarpið ”A Faroese Tale” er gjørt í samstarv við Nordic Music Days.

Hoyr Poddvarpið her: soundcloud.com/user-297510241-660879771

 

 

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo