Dirvi er, tá tú ert tann einasti sum veit, at tú ert bangin
- Colonel David Hackworth

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Søkt verður eftir einum toymissamskipara til serskúlatilboðið Pallin í eindini á skúlanum á Giljanesi til eitt fulltíðarstarv frá 1. des. 2024 til 20. juni 2025.

Skúlatilboðið hoyrir undir skipanina um serflokk. Skúlatilboðið er eitt undirvísingartilboð har veitt verður serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligur stuðul. Málbólkurin er næmingar í fólkaskúlanum, ið ikki fáa nøktandi skúlatilboð í vanligu skipanini í fólkaskúlanum. Skúlatiðboðið er staðsett í skúlanum fyri at tryggja, at næmingar í skúlatilboðnum eftir tørvi og førleika kunnu vera partur av bæði undirvísingaliga og sosiala partinum í gerandisdegnum í skúlanum.

Starvsfólkini arbeiða í sjálvstýrandi toymum og skipa seg sjálv í samstarvi við allar partar. Í tøttum samstarvi við foreldrini, er tilboðið nógvum næmingum at gagni. Toymissamskiparin hevur dagligu og fakligu leiðsluna og ábyrgdina av arbeiðinum á Pallinum.

Førleikakrøv

Toymisleiðarin skal vera fólkaskúlalærari við eftirútbúgving innan serøkið ella hava aðra samsvarandi námsfrøðiliga útbúgving við eftirútbúgving innan serøkið.

Okkum tørvar toymisleiðara sum:

◦ er fyrikomandi og jaligur

◦ dugir at samstarva í toymum og tvørtur um staðsetingar

◦ hava breitt menniskjasýni

◦ hava áræði at taka ábyrgd

◦ dáma avbjóðingar og duga at hugsa kreativt

◦ hava viðkomandi starvsroyndir

Lønar- og setanartreytir

Setanarøkið er í Sørvágs skúla og í skúlanum á Giljanesi. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Lærarastarvið verður lønt í lønarflokki 18.1-29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Harumframt er ein mánaðarlig samsýning á 4,6% av mánaðarlønini 29.2.

Umsókn saman við prógvi, C.V. og møguligum ummælum skal vera Daniu Niclasen, skúlastjóra, í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 22. novembur 2024. kl. 12:00

Umsóknin verður stílað til: dania.niclasen@skulin.fo

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Daniu Niclasen, skúlastjóra á tlf. 233221

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo