Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

ÍSF: ”Heldur eitt ringhorn enn eitt gøtuhorn” hjá Tórshavn Boksing, “Special Olympics fótbóltsliðið” hjá Havnar Bóltfelag og “Felagsliðið hjá Støkk” hjá fimleikafelagnum Støkk, eru øll mennandi og fevnandi átøk, sum eru í uppskoti til at fáa heiðurin ÁTAKIÐ 2022 á ÍtróttaFAGNAÐINUM 4. februar 2023.

ÍtróttaÁTAKIÐ 2022 verður latið einum persóni, felagi, sambandi ella øðrum, sum hevur tikið stig til eitt átak, ið styrkir, mennir og/ella nýhugsar ítróttin í Føroyum á serstakan hátt.

”Heldur eitt ringhorn enn eitt gøtuhorn” – Tórshavn Boksing er eitt átak, har Tórshavn Boksing letur dyrnar upp fyri ungum, sum hava ymiskar avbjóðingar í gerandisdegnum. Tað kann verða orsakað av t.d rúsevnamisnýtslu, ósemju við familju og vinir, ella tey hava onkra diagnosu, sum ger, at gerandisdagurin ikki hongur saman.

Óansæð hvat trupulleikin er, so eru venjarar og hjálparar altíð fyrikomandi, hjálpsamir og stuðlandi mótvegis tí einstaka ungdóminum, sum kemur niðan á felagshølini hjá Tórshavn Boksing á Hjalla.

Øll eru vælkomin, eisini hóast ein ikki megnar at venja so nógv. Men ein blanding av venjingum og ymiskum sosialum tiltøkum skapa gleði og trivnað hjá hesum ungu og ger, at tey fáa hug at koma aftur eina aðru ferð, har tey kanska tá megna at fylgja ætlaðu venjingunum.

Átakið ”Heldur eitt ringhorn enn eitt gøtuhorn” er eitt almannagagnligt (nonprofit) tiltak uttan vinning fyri eyga. Tað er ókeypis fyri tey, sum luttaka, og venjarar og hjálparfolk gera hetta sjálvboðið og ólønt.

”Special Olympic fótbóltsliðið” – Havnar Bóltfelag er átak, har tað hvørja viku verður skipað venjing fyri vaksin við menningartarni, og í oktober umboðaði hetta liðið Føroyar í Special Olympics smálandakapping í Liktinstein. Dreingirnir avrikaðu sera væl og komu heim aftur sum vinnarar av B-bólkinum.

Umframt, at hetta var eitt avbera gott ítróttaligt avrik, so er talan eisini um eitt átak, sum á fyrimyndarligan hátt livir upp til treytirnar fyri at vera kosið ársins átak. Við tilboðnum um regluliga venjing fyri hesum málbólkinum, verður felagsskapurin styrktur og víðkaður, soleiðis, at vaksin við menningartarni eisini eru virkin partur av fótbóltsfamiljuni.

Tilboðið er skipað í samstarvi millum HB, Parasport Føroyar og FSF.

Felagsliðið hjá Støkk er eitt nýtt átak hjá Støkk, ið byrjaði, tá hetta fimleikaárið fór av bakkastokki. Liðið er fyri øll tey, ið dáma væl at gera fimleik og sum ynskja fleiri fimleikaløtur, venjingar og upplivingar.

Høvuðsendamálið við felagsliðnum er at økja um samanhaldið, trivnaðin og felagskensluna í felagnum. Fyri at luttaka á felagsliðnum er einasta krav, at tú longu ert íðkari ella venjari í Støkk og ert millum 12 og 100 ár. Felagsliðið er sera væl móttikið og heili 65 støkkarar eru partur av liðnum, ein góður blandingur av kvinnum, monnum, gentum og dreingjum. Liðið hevur 7 venjarar og venur 2-3 tímar triðjahvønn leygardag. Liðið fer m.a. at framføra til árligu fimleikaframsýningina hjá Støkk í mars mánaða og fer eisini á eina venjingarlegu.

Nevndin í Støkk hevur lagt stóra orku í hetta nýggja átakið hjá felagnum, og hevur sera góðar vónir um, at liðið fer at vaksa og økja áhugan at gera fimleik og styrkja bæði breiddar- og kappingarfimleikin.

Umframt sjálvan heiðurin fær ÍtróttaÁTAKIÐ 2022 eina peningaupphædd á 15.000 krónur. ÍtróttaFAGNAÐURIN verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá KVF leygarkvøldið 4. februar kl. 20:00.

Høvuðsstuðlar hjá ÍtróttaFAGNAÐINUM 2022 eru:

SMS – Atlantic Airways – Smyril Line – Tórshavnar Kommuna – Varðin – Poul Hansen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo