Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen (vinstrumegin á myndini) úr Sandavágs Talvfelag. Hann hevur verið flúgvandi í landskappingini í vetur, og hevur fult stigatal - seks stig í seks dystum

Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen (vinstrumegin á myndini) úr Sandavágs Talvfelag. Hann hevur verið flúgvandi í landskappingini í vetur, og hevur fult stigatal - seks stig í seks dystum

Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen (vinstrumegin á myndini) úr Sandavágs Talvfelag. Hann hevur verið flúgvandi í landskappingini í vetur, og hevur fult stigatal - seks stig í seks dystum

Talvsambandið: Tað styttist við einum hálvum stigi millum oddaliðini Sandavág og Havnina í fremstu deildini í landskappingini í talvi sunnudagin.

Hesaferð eydnaðist A-liðnum hjá Havnini at vinna 4-0 á felagsins B-liði í innanhýsis dysti teirra millum. Ofta hevur B-liðið argað A-liðið, men hesaferð vóru føroyameistarnir eirindaleysir. Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen, Olaf Berg og Carl Eli Samuelsen vunnu allir.

Vágamenn vunnu í sínum lagi stórsigur á kollfirðingum. Tað bleiv tó ikki 4-0, men 3½-½. Silas Eyðsteinsson mátti sættast við remis á triðja borði móti veteraninum Bernhardi Thomsen.

Sandavágur er nú tvey stig frammanfyri Havnina. Skal ein verulig FM-finala fáast í síðsta umfari, tá oddaliðini hittast til hin seinna innanhýsis dystin, skal munurin helst ikki gerast størri enn hann longu er.

Í triðja dystinum í 1. deild endaði tað við javnleiki millum bæði klaksvíksliðini. A-liðið vann á ovaru borðunum, B-liðið á teimum aftaru.

##med2##
##med3##

Dystirnir í sjeynda umfari í 1. deild verða annan sunnudag.

7. umfar (5. februar)
Havnin B - Sandavágur
Havnin A - Klaksvík B
Klaksvík A - Kollafjørður

Hinar deildirnar
Telvað varð í øllum deildum um vikuskiftið. Í stuttum er at siga, at kappingin er jøvn og spennandi í øllum deildum.

Sandavágs Talvfelag er á odda í 2. deild eins væl og í 1. deild, og stendur tí til at fáa tvey lið í bestu deildini komandi kappingarár. Tá kann henda seg, at bara trý feløg eru umboðað í deildini - øll við tveimum liðum hvørt.

Í 3. deild eru sundalagsmenn í Róki á odda, men teir eru í harðari kapping við fleiri lið. Og í 4. deild stendur á jøvnum í toppinum millum gøtumenn og klaksvíkingar.

Í unglingadeildini eru havnardreingir á odda.

##med4##
##med5##
##med6##
##med7##

Meira kann lesast um liðkappingina á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo