Flogbóltssambandið: Føroya Tele-deildin, kvinnur: KÍF – Ternan 3-2 (25-27, 25-16, 25-27, 26-24, 16-14)
At dysturin skuldi gerast tann drúgvasti í ár og vara ikki minni enn 2 tímar og 16 minuttir, grunaði neyvan nakar, tá KÍF hevði lagt seg á odda 7-1 og 17-10 í fyrsta setti, men við støðuna 22-16 var sum um, at KÍF fekk maskinbrek, og hóast kollfirðingar eisini fingu settbólt við støðuna 24-23, so yvirlivdi Ternan og vendi øllum á høvdi og vann settið 27-25 við tveimum smassjum frá Sofíu Purkhús Splidt.
Í øðrum setti gekk javnt á til miðskeiðis í settinum, men tá ið KÍF legði seg á odda 19-16, misti Ternan púrasta flogið, og KÍF vann tað, sum eftir var av settinum.
Ternan kom tó fyri seg aftur í triðja setti, har KÍF yvirlivdi fýra settbóltar, áðrenn Ternan til seinast vann 27-25 við smassji frá Birgit Guttensen.
Ternan var eisini á odda meginpartin av fjórða setti og var frammanfyri 22-19, men KÍF kom afuríaftur og vann 26-24.
Í javnbrótaranum reið sigurin um snarið, men koppaði til KÍF, sum vann 16-14.
Á stigatalvuni snýr tað seg hjá hesum báðum liðunum, saman við Drátti og Mjølni, mest um at vera fremst av teimum fýra aftastu – og um ikki at vera aftast. Við sigrinum nærkast KÍF Drátti, sum er fýra stig frammanfyri, men hevur eisini spælt ein dyst meira. Hjá Ternuni, sum er aftast, munar tað eina stigið ikki so nógv, og fýra stig eru upp til Mjølnir á næstaftasta plássi.
TB – Dráttur 3-1 (26-24, 25-16, 21-25, 25-18)
TB á triðja plássi heldur á at vinnan sínar dystir ímóti teimum liðunum, sum eru aftanfyri, og møguleikin fyri finaluplássi um FM-heitið, skal ikki avskrivast, men so skal TB eisini megna at vinna á teimum ovastu, SÍ og Fleyr. Enn hevur tó ikki eydnast at vinna eitt sett ímóti teimum.
Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur
Lið (Dystir) / Stig
SÍ (11) / 30
Fleyr (10) / 26
TB (9) / 21
Dráttur (11) / 12
KÍF (10) / 8
Mjølnir (9) / 6
Ternan (10) / 2
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo