Flogbóltssamband Føroya: Tað sá ómetaliga gott út hjá KÍF-kvinnunum, tá tær vóru frammanfyri 2-0 í settum og frammanfyri 9-5 í triðja setti, men í einum háli tók Fleyr tær aftur og legði seg á odda 12-9, og vann settið, og tey næstu tvey, og harvið dystin 3-2.
Fleyr hevði annars lagt seg á odda 13-9 í fyrsta setti, men KÍF javnaði til 14-14 og fór framum 19-16. Hesa løtuna tapti Fleyr tvey stig fyri uppstillingarfeil, og tað sama hendi aftur seinni í dystinum. Fleyr Megnaði tó at javna til 19-19, og støðan gjørdist eisini 22-22. Elisabeth Olsen smassjaði síðan KÍF framumaftur 23-22, og tá tey næstu smassjini hjá Flery fóru út, vann KÍF settið 25-22.
Í øðrum setti slitnaði millum liðini, tá KÍF fór frá at vera frammanfyri 10-8 til 17-9, og seinasta smassjið í settinum átti Elisabeth Olsen, sum gjørdi tað til 25-19.
Men so var tað, at KÍF misti takið í triðja setti, tá Fleyr fór frá at vera aftanfyri 9-5 til at vera frammanfyri 12-9, áðrenn settið varð vunnið 25-15. Í fjórða setti skrædnaði við 15-12, og Fleyr vann 25-17.
Støðan í javbnbrótaranum gjørdist 9-9, og serliga fyrsta duellin eftir síðuskiftið hevði verið øgilig: Fleyr er undir trýsti, og Sára Vatnhamar tveitir seg í leysari luft oman móti baklinjuni og fær armin á. Libero, Rebakka Fonn, fær akkurát sligið bóltin aftur um seg og yvir um netið. KÍF leypir á aftur, og Fleyr er um ein háls, og tríggjar ferðir tveitir Iuliia Kuvshinova seg fram eftir rommum og bjargar bóltinum. Eisini libero hjá KÍF, Jakobina Joensen, hevði verið í gólvinum og bjargað einum bólti fyri KÍF, men endin á duellini varð, at Eyð Magnussen hjá Fleyr á miðjuni fekk trýst bóltin yvir um, har móttøkan hjá KÍF kiksaði, og Fleyr minkaði um munin til 7-8.
Iuliia hjá Fleyr var rættiliga avgerandi í javnbrótaranum við nógvum smassjum, og Fleyr legði seg á odda 13-10, og dystarbóltin langaði Eyð Magnussen í gólvið hjá KÍF til 15-12.
Hetta var fjórði 5-settarin hjá KÍF í landskappingini í ár, og tveir av teimum eru vunnir og tveir taptir. Haraftrat tapti KÍF ein 5-settara ímóti júst Fleyr í steypakappingini, har KÍF, júst sum í dag, hevði verið á odda 2-0 í settum.
Fleyr er framvegis nr. 2 á stigatalvuni og á tryggum finaluplássi – sjey stig frammanfyri TB, sum tó hevur spælt ein dyst minni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo