Flogbóltssamband Føroya: Á Toftum draga tey í Ternuni endiliga andan lættari aftur, eftir at hava sitið á pínubonkinum síðani mikukvøldið, tá Ternan tapti 3-0 fyri SÍ. Tað merkti, at Ternan misti plássið í hálvfinaluni, um Mjølnir megnaði at vinna bara eitt sett ímóti SÍ í Sørvági í dag.
Steypakappingin, kvinnur – bólkur 2
SÍ – Mjølnir 3-0 (25-13, 25-17, 25-17)
Men frá SÍ fekk Mjølnir onga gávu. Heimaliðið legði seg á odda 5-0 í fyrsta setti, sum varð vunnið 25-13, og ilt var at síggja, hvussu Mjølnir skuldi megna at vinna nakað sett í dystinum.
Annað sett var meinlíkt tí fyrsta, og SÍ vann 25-17. Í triðja setti vóru hóast alt ikki meira enn fýra stig á muni stóran part av settinum, men frá 20-16 fekk Mjølnir bert eitt stig afturat, og SÍ vann 25-17.
Úrslitið merkir, at Mjølnir og Ternan eru púra jøvn við 4 stigum og minus 1 í settmuni, men av tí at Ternan vann dystin teirra millum 3-2, so er tað Ternan, sum tekur hálvfinaluplássið.
Endaliga støðan í bólki 2:
Lið Dystir / Stig (Settmunur)
SÍ 3 / 9 / (+9)
Ternan 3 / 4 (-1)
Mjølnir 3 / 4 (-1)
Dráttur 3 / 1 (-7)
Steypakappingin, kvinnur – bólkur 1
Fleyr – TB 3-0 (25-23, 25-17, 25-21)
Í bólki 1 var longu greitt, at bæði liðið komu í hálvfinaluna, men vinnarin sleppur at spæla ímóti nr. 2 í bólki 2, og taparin skal spæla ímóti nr. 1 í bólki 2, sum er SÍ, og teimum vilt tú helst ikki møta í hálvfinaluni, so tí hevði dysturin í dag stóran týdning fyri møguleikan at koma í sjálva steypafinaluna.
Fleyr legði best fyri og legði seg á odda 5-0, men TB javnaði til 10-10 og legði seg eisini framum 13-11 og 18-16. Fleyr javnaði síðan til 18-18, og eftir 21-21 vann Fleyr seg tvey avgerandi stig framum og vann settið 25-23 við einum smassji frá Iuliia Kuvshinova.
Annað sett byrjaði sum tað fyrsta, og Fleyr legði seg á odda 6-1, og hesaferð megnaði Fleyr at halda munin og vinna settið sannførandi 25-17.
TB fór framum 5-2 í triðja setti, men hevði trupulleikar við at taka ímóti servunum frá Iuliiu, og átta servur seinni var støðan 11-5 til Fleyr. TB kempaði seg innaftur í dystin og kom upp á 18-19, men so dró Fleyr frá aftur og vann settið 25-21, og dystin 3-0.
Fleyr skal so statt, sum eittari í bólkinum, møta Ternuni í hálvfinaluni, og TB skal møta SÍ. Hálvfinalurnar verða spældar í Badmintonhøllini í Klaksvík 18. februar.
Endaliga støðan í bólki 1:
Lið Dystir / Stig
Fleyr 2 / 5
TB 2 / 3
KÍF 2 / 1
--------
Steypakappingin,menn:
Ternan – ÍF 0-3 (16-25, 23-25, 17-25)
Ternan spældi fyri sínum teoretiska møguleika at koma í hálvfinaluna, men tað gjørdist bara teori, tí Ternan tapti 3-0, og harvið er møguleikin farin.
Tó beit Ternan frá sær í øðrum setti, tá hon var á odda 10-5. Javnt var aftur við 16-16 og 19-19, og seinni javnaði Trygvi á Brekkukletti til 23-23 við diagonalum smassji og hjálp frá netkantinum, men næsta smassjið sló hann í blokkin, og so hevði ÍF dystarbólt, sum eisini varð vunnin.
Ternan fylgdi eisini væl við í triðja setti, og var frammanfyri 12-11, men eftir 15-15 sleit ÍF seg leyst og vann 25-17.
Enn er raðfylgjan í bólkinum ikki avgjørd, tí hóast Mjølnir er á odda við 9 stigum og SÍ nr. tvey við 8, so kann Fleyr yvirhála tey bæði við at vinna trý stig ímóti ÍF mikukvøldið í síðsta dystinum í bólkinum.
Støðan fyri síðsta dystin millum ÍF og Fleyr:
Lið Dystir / Stig (settmunur)
Mjølnir 4 / 9 (5)
SÍ 4 / 8 (3)
Fleyr 3 / 6 (3)
ÍF 3 / 4 (0)
Ternan 4 / 0 (-12)
Fýra tey fremstu halda fram í hálvfinalunum, sum verða í Klaksvík 18. februar, har nr. 1 spælir ímóti nr. 4, og nr. 2 spælir ímóti nr. 3.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo