Brennur tú fyri at arbeiða við børnum? Samskiftir tú á opnan og viðurkennandi hátt? Ert tú ágrýtin og torir at hava ein virknan leiklut í einum gerandisdegi fullum av rørslu, spæli og útilívi? Dugir tú væl at samstarva við onnur? So ert tú kanska nýggi starvsfelagi okkara.
Søkt verður eftir:
Einum námsfrøðingi til Barnagarðin Gjáarlon at arbeiða 35 tímar um vikuna í tíðaravmarkaðum starvi at byrja 1. januar 2025 (ella skjótast gjørligt) til 18 juli 2025.
Um skikkaður námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv.
Arbeiðstíðirnar eru mánadag til fríggjadag millum 06.45 og 17.15.
Um okkum:
Á dagstovnaøkinum í Vestmanna arbeiða vit miðvíst við námsfrøðiligum ítrótti. Her arbeiða 35 eldhugaðir starvsfelagar, ið allir koma við sínum íkasti til eitt aktivt og gott sálarligt arbeiðsumhvørvi.
Gjáarlon liggur í náttúruvøkrum umhvørvi ovarlaga í bygdini, har stutt er til haga, fjøru og viðarlund, og er til børn upp til 5 ára aldur. Vit hava góðar innan- og uttandura hentleikar, eitt nú rørslurúm, atgongd til fimleikahøll og grønt øki við brøttum bøi, bálsmáttu og trampolin. Í Gjáarlon eru fimm stovur: Fossurin, Hylurin, Veitini, Áin og Keldan. Stovnurin er normeraðu til 84 børn.
Í Gjáarlon verða børnini stuðlað í at menna seg sjálvi bæði persónliga og sosialt. Dentur verður eisini lagdur á mál, skapandi evni, siðir, mentan, heilsu og rørslu.
Tú kanst lesa meira um dagstovnaøkið her.
Vit bjóða:
-
Góða starvsfólka normering
-
Ein fjølbroyttan starvsfólkahóp
-
Ein virknan gerandisdag við fokus á námsfrøðiligan ítrótt.
-
Tætt samstarv millum starvsfólk og leiðslu.
Førleikar:
Vit vænta, at tú:
-
er virkisfúsur og fakliga væl fyri.
-
brennur fyri útilívi og rørslu.
-
hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við øll foreldur, børn og starvsfelagar.
-
hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum.
-
ert sjálvstøðug(ur), álítandi og hevur gott yvirlit.
-
sært møguleikar, hevur ein jaligan hugburð, ert opin, smílandi og fyrikomandi.
Setanarviðurskifti:
Starvið verða sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.
Umsókn:
Umsókn saman við lívsrensli og viðkomandi prógvum verður at senda til starv@vestmanna.fo, viðmerki “Gjáarlon”.
Umsóknarfreistin er mikudagin 4. desember 2024 kl. 12.00.
Samrøður vera í viku 50 + 51.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vestmanna kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo