Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandi: Hálvfinala, kvinnur:
SÍ – TB 3-2 (25-20, 19-25, 20-25, 25-17, 15-12)

SÍ hevur spælt seg í sína fimtu steypafinalu á rað, men tað var um hár gjørt, at tað ikki heldur gjørdist TB, sum var frammanfyri 7-3 í javnbrótaranum, men SÍ kom afturíaftur og vann 15-12.

SÍ hevði eisini vunnið fyrsta settið 25-20, eftir at TB hevði verið á odda 12-10, men so kom stígur í, og SÍ vann seg avgerandi framum.

Í øðrum setti var javnt við 18-18, men við góðum blokki, verju og eisini servum frá Sólvá Dimon vann TB fimm stig á rað og settið 25-19.

TB mundi lorkað sær triðja settið av hondum, tá SÍ javnaði til 19-19, eftir at hava verið frammanfyri 19-15, men TB fótaði sær aftur og vann 25-20.

Ein ørkymlaður Rajko Petrovic bað um leikbrá fyri SÍ, eftir at greiða 8-4 leiðslan var farin fyri skeytið og TB hevði lagt seg framum 9-8. Talan hjá venjaranum tóktist at rigga, og skjótt fór SÍ framumaftur 14-10, og við einum serviessi frá Paulu Nattestad Joensen vann SÍ settið 25-17.  

Í javnbrótaranum legði TB fyri sum eitt óløgi og vann seg framum 5-1 og 7-3, men fimm bóltar seinni var SÍ frammanfyri 8-7. TB fór tó framumaftur 12-10, men við ukrainsku Svitlana Shvanska á odda javnnaði SÍ til 10-10. Við sínum hørðu servum legði hon stórt trýst á TB, og við essi gjørdi hon tað til 12-10, og við enn einum serviessi, var tað Sissal Ellevsdóttir sum gjørdi tað til 15-12, sum sendi SÍ í finaluna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo