Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Hevur tú stóran áhuga í gransking, so er tað tær vit sóknast eftir. Vit eru í einari støðugari menning, har vit luttaka í granskingarverkætlanum við samstarvsfelagum bæði her heima og úti í heimi.

Arbeiðsuppgávurnar koma at fevna um:

  • at luttaka í granskingarverkætlanum á deildini, sum m.a. fevna um at menna tøkni og førleikar at greina samspælið millum alilaks, smittusjúkur og umhvørvi

  • í styttri tíðarskeiðum at luttaka í arbeiðinum á deildini.

Vit nýta framkomnar mýlislívfrøðiligar og immunologiskar kanningarhættir, so sum PCR, real-time PCR, Sanger sekventering, next generation sequencing og bioinformatikk.

Tú skalt:

  • hava lokið prógv sum cand. scient., cand. polyt. ella líknandi

  • hava góðan førleika innan teir kanningarhættir, vit nýta

  • hava góðan førleika við next generation sequencing og bioinformatikki, m.a. á CLC Genomic Workbench

  • hava útgivið vísindaligar greinar í altjóða tíðarritum innan okkara ella líknandi granskingarøki

  • duga væl føroyskt/norðurlendskt og enskt í skrift og talu

  • hava koyrikort til bil.

Harumframt er tað ein fyrimunur, um tú hevur royndir við:

  • at skipa granskingarverkætlanir

  • KT skipanum sum excel, word, powerpoint, power BI, journalskipan og LIMS.

Tú ert ein fyrikomandi, nærlagdur og dugnaligur persónur, sum arbeiðir miðvíst við at røkka settum málum, bæði sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við okkum á deildini og okkara samstarvsfelagum.

Vit bjóða eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv, har tú verður ein partur av okkara granskingartoymi, hvørs aðalmál er at økja kunnleikan til samspælið millum alilaksin, smittusjúkur og umhvørvi.

Talan er um fulltíðar starv at byrja 1. januar 2025 ella eftir nærri avtalu. Starvið verður fíggjað av granskingarpengum og er tíðaravmarkað til 2 ár. Um nýggj fígging verður játtað í setanartíðini, kann starvið leingjast ella mennast til eina 3 ára PhD-verkætlan, alt eftir hvussu nógv fígging verður játtað.

Lønin verður ásett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsókn við avritum av viðkomandi prógvum, starvsroyndum og viðmælum skal sendast til hfs(at)hfs.fo, merkt “vísindaligt starv”, og verða okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin hin 24. november 2024, kl. 24.00.

Tú fært nærri at vita um granskingarstarvið við at venda tær til Debes Hammershaimb Christiansen, deildarleiðara, tlf. 556486 ella teldupost debesc(at)hfs.fo.

Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum. Stovnurin umsitur m.a. matvøru-, djórasjúku-, djóravælferðar- og alilógina. Stovnurin rekur eisini kanningarstovu í hesum sambandi. PATO er tilvísingarkanningarstova fyri fiska- og djórasjúkur og tekur sær av sjúkugreining og yvirvøku sambært djórasjúkulóggávuni. Kanningarstovan er altjóða góðkend eftir DS/EN ISO/IEC 17025 og er undir eftirliti av DANAK, www.danak.dk. Á deildini starvast deildarleiðari, ein granskari í føstum starvi, 5 laborantar og tveir projektsettir granskarar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo