BirkBloggur: Onkuntíð tekur Dagur og Vika meg á bóli. Tað gjørdi redaktiónin í kvøld, nú tey høvdu funnið eina unga aktiva føroyska kvinnu, sum er farin til USA at arbeiða, ella í minsta lagi at reka, fyri Kamelu Harris.
Orsøkin er, at í dag er týdningarmesta val í einum landi, ið hevur sett seg á okkara tankar og hugmyndir, fyrst og fremst um persónligt frælsi, men eisini skapt polariserandi ræðumyndir um ta makt, pengar altíð hava. Eisini hjá okkum.
Tí er neyðugt at skapa líkindi fyri identifikatión.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo