Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna: Býráðið samtykti í dag sambært avtalu við FSF at játta helmingin av kostnaðinum fyri nýggja ljósskipan á Tórsvølli, sum er við at ganga fyri og ikki longur lýkur ásettu krøvini. Verandi mastrar og ljósskipan á Tórsvølli vórðu bygd í 2011, og seinastu árini eru avbjóðingarnar við ljósskipanini vorðnar størri og størri, t.d. sløknaði hon heilt undir einum landskappingardysti í heyst.

Rakstrar- og viðlíkahaldsavtalur eru gjørdar við tvær fyritøkur hesi árini, umframt at Ítróttaranlegg eisini hevur tikið sær av onkrum viðlíkahaldi. Fyritøkan, ið tekur sær av viðlíkahaldinum av streyminum og projektørunum, gjørdi vart við, at øll ljósskipanin er í ringum standi og tað er ringt at fylgja við øllum avbjóðingunum. T.d. eru projektørarnir sera illa farnir, fuktur er í øllum dósum, og tilfarið dettur sundur og vandi er fyri, at tilfar kann detta niður.

FSF og kommunala umsitingin eru samd um, at neyðugt er at skifta ljósskipanina út, og fóru í heyst undir ávísar fyrireikingar. Nýggja ljósskipanin skal verða liðug til landsdystirnar í juni 2023. Uppsetingin skal í gongd í apríl og arbeiðið skal verða liðugt ikki seinni enn seinnu hálvu av mai 2023.

Í hesum sambandi hevur UEFA viðmælt at brúka ensku fyritøkuna ISS sum ráðgeva. Fyritøkan er hin fremsta innan ráðgeving av stadionljósum í Evropa og verður millum annað nýtt av UEFA, FIFA og Premier League. Ráðgevin hevur eftirfylgjandi verið í Føroyum og hevur m.a. staðið fyri forkanning, kravfesting, projektering og útboði, og aðrir partar av uppgávuni er sáttmálar og eftirlit. Talan er um LED-projektørar í mastrunum og stadiontakinum.

Ráðgevin (ISS) viðmælti at bjóða arbeiðið út millum tveir stórar ljósskipanarveitarar – Musco og Signify/Philips, sum báðir kunnu geva nøktandi dygdargaranti uppá ljósskipanina bæði viðvíkjandi tepru tiðarætlanini og haldførinum yvir ár. Í hesum sambandi fingu veitararnir upplýst tríggjar el-fyritøkur í Føroyum, sum kundu viðmælast sum møguligar undirveitarar teirra.

Arbeiðið varð boðið út í november og tilboðini komu inn 13. desember 2022. Tilboðsveitarar vóru Musco Lighting Europe, sum lat tvey tilboð inn, og Signify, sum lat eitt uppskot inn. Umsitingin saman við FSF mælti til at taka av lægra tilboðnum frá Musco, tí tað í hesum tilboðnum verða nýttir LED projektørar av betri góðsku enn í tilboði 2. Sambært ráðgevanum tryggjar Tórsvøllur sær við hesi loysn best møguligu ljósviðurskifti komandi 10 árini.

Verkætlanin verður skipað á sama hátt sum onnur byggistig av Tórsvølli, har Fótbóltssamband Føroya og Tórshavnar kommunan hava gjørt samstarvsavtalur. Henda samstarvsavtalan fevnir um at dagføra og endurnýggja ljósskipanina á Tórsvølli innanfyri ein karm uppá kr. 11 mió, har hvør parturin rindar helmingin av kostnaðinum.

Trivnaðarstjórin, tekniski stjóri og mentamáleiðarin mæla til at samtykkja uppskotið til samstarvsavtalu við Fótbóltssamband Føroya um at dagføra og endurnýggja ljósskipanina á Tórsvølli, at heimila umsitingini saman við Fótbótssambandi Føroya at gera sáttmála um veiting og uppseting av ljósskipan sambært tilboði 1 frá Musco, at játta kr. 5,5 mió av rakstrarkontum, sum høvdu minninýtslu í 2022, og at beina málið í býráðið um fíggjarnevndina. Bæði mentamála- og fíggjarnevndin tóku undir við hesum, og málið varð einmælt samtykt í býráðnum í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo